Faroe Petroleum borar týðandi brunn í Norra


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

26.05.2017 - 12:25

Oljan >

Eftir at hava fingið loyvi frá norsku myndugleikunum at fara undir at bora ein avmarkingarbrunn á norska landgrunninum hevur Faroe Petroleum nú sett borin í undirgrundina á Brasseleiðini. Faroe Petroleum rakti við olju í upprunaliga brunninum í 2016, og so mikið áhugaverd er henda oljuleiðin, at felagið gjørdi av at fara aftur til økið. Endamálið við boringini er at fáa staðfest støddina á goymlunum eins og at fáa nýggja vitan, sum skal stuðla uppundir útbygging av feltinum. Tað áhugaverda við hesi oljuleiðini er, at hon liggur ikki so langt frá verandi infrastrukturi og kann tí bindast í longu framleiðandi felt nærhendis. Tað eru 13 kilometrar til Brage oljupallin, har Faroe Petroleum eigur 14,3%. Tað eru so eisini einans 13 kilometrar til enn eitt stórt framleiðandi felt, nevniliga Oseberg stórleiðina. Faroe Petroleum hevur gjørt avtalu við Odfjell Drilling at brúka Deepsea Bergern, boripallin til hesa nýggju og spennandi uppgávuna. Partnari hjá felagnum er Point Resources, sum eigur 50% av leiðini.

Graham Stewart, stjóri sigur í eini viðmerking, at tey eru sera spent um boringina, tí oljufundið Brasse er eitt tað mest týðandi, ið Faroe Petroleum hevur gjørt og var eisini størsta fundið, sum varð gjørt á norska landgrunninum í 2016.


Keldur: http://www.offshoreenergytoday.com/faroe-spuds-brasse