Faroe Petroleum enn eitt gott boriúrslit í Norra


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

13.06.2017 - 17:45

Oljan >


Faroe Petroleum boðaði í morgun frá, at brunnur boraður á Brasse leitimiðinum í Norra hevur givið eitt gott úrslit. Talan er um ein avmarkingarbrunn í einum øki, har Faroe Petroleum longu hevur funnið olju. Men endamálið við hesum brunninum var at vita, hvussu nógv olja er í kelduni og hvussu vælegnað hon er til eina útbygging. Borað varð niður á 2.450 metrar. Tað vísir seg m.a. , at sjálv goymslugóðskan er sera høg.

Graham Stewart, stjóri sigur í eini viðmerking, at teir eru sera nøgdir við úrslitið, tí tað bendir á, at her er veruliga talan um eitt stórt og góðskuríkt fund. Møguleiki er fyri at byggja út nýggju kelduna til framleiðslu. Hetta letur seg serliga gera, tí Brasse liggur í einum øki nærhendis aðrari framleiðslu, sum tað kann binda í. Talan er um Brage kelduna, sum liggur 13 km frá Brasse. Faroe Petroleum eigur 14,3% í hesi oljuleiðini eisini, og felagið er tí sera væl fyri, um talan verður um at byggja út Brasse leiðina eisini og knýta hana í Brage-framleiðslu eindina. Áhugavert er eisini at merkja sær, at Brageleiðin liggur bert 13 kilometrar frá stóra Oseberg feltinum.