Graham Stewart nøgdur við, at Faroe Petroleum hevur fingið sítt fyrsta leitiloyvi í bretska partinum av Norðsjónum í fýra ár. Mynd Jan Müller/Oljan.fo

Faroe Petroleum fyrsta loyvi í Bretlandi í fýra ár


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

27.05.2018 - 14:35

Oljan >

Tilsamans 61 oljufeløg vórðu tillutað 123 leitiloyvi í 30. bretsku leitiútbjóðingini. Teirra millum var Faroe Petroleum, sum fekk sítt fyrsta leitiloyvi á bretska landgrunninum í fýra ár. Faroe Petroleum er einsamalt um loyvið og fyristøðufelag. Leitimiðið, sum farið verður eftir, eitur Edinburgh og liggur á markinum millum Bretland og Noreg. Tað liggur nær við Blane kelduna, har Faroe Petroleum eigur 44,5%. Sambært Faroe Petroleum er struktururin í undirgrundini ein tann størsti í hesum partinum av Norðsjónum. Graham Stewart, stjóri sigur seg vera sera væl nøgdan við loyvið felagið hevur fingið tillutað. Felagið hevur eina rættiliga umfatandi boriskrá í 2018 við seks leiti- og metingarbrunnum. Lágu pallraturnar at bora fyri tíðina koma felagnum væl við.

Felagið borar í løtuni Fogelberg metingarbrunn og eftir tað verður Brasse eystur brunnurin boraður. Hesir liggja í norskum øki.