Faroe Petroleum ger góðan handil í Norðsjónum


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

12.02.2018 - 19:34

Oljan >

Faroe Petroleum hevur eftir øllum at døma gjørt eina sera góða avtalu við oljufelagið Suncor Eneregy Norge, har tað selur 17,5% av sínum ognarluti í útbyggingini av Fenja oljufeltinum á norska landgrunninum fyri knappar 450 mió. kr. Faroe Petroleum fer eftir søluna at eiga 7,5% í Fenja. Sølan hevur við sær, at luturin hjá Faroe Petrolum í útbyggingini, sum tilsamans kostar 10,2 mia. norskar kr., fer at vera umleið 700 mió. kr. Fenja oljukeldan goymir umleið 100 mill. tunnur av olju og gassi.

Graham Stewart, stjóri í Faroe Petroleum sigur seg vera væl nøgdar við søluna. At fáa eitt so væl grundað oljufelag sum Suncore við í útbyggingina av Fenja vísir, at her er talan um eina dygdargóða útbyggingarverkætlan. ”Vit síggja fram til at arbeiða saman við Suncore”, sigur hann. Fenja er annars ein týðandi varði í virkseminum hjá Faroe Petroleum, nú tað hevur verið við til at finna oljukelduna, bora avmarkingarbrunnar og nú vera partur av útbyggingini.