Deepsea Bergen

Faroe Petroleum gjørt avtalu um leigu av boripalli


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jógvan Hugo Gardar

25.12.2016 - 08:13

Oljan >

Faroe Petroleum hevur gjørt avtalu við Odfjell Drillings um leigu av boripallinum Deepsea Bergen, skrivar Sysla Offshore.

Í fyrstu atløgu er talan um at bora ein brunn fyri Faroe Petroleum. Avtalan sigur eisini at Faroe Petroleum kann leiga pallin til at bora enn ein brunn, um ein ynskir tað.

Deepsea Bergen hevur i løtuni uppgávur fyri Statoil. Hendan avtalan er galdandi til hálvan juli 2017, tá Faroe Petroleum so skal brúka pallin.