Graham Stewart, stjóri í Faroe Petroleum. Mynd Jan Müller/oljan.fo

Faroe Petroleum við í enn eini boring í Norra


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

07.02.2018 - 17:47

Oljan >

Tey sita ikki hendur í favn hjá oljufelagnum Faroe Petroleum. Tvørturímóti eru tey sera virkin, øll tey mongu starvsfólkini, sum arbeiða á skrivstovunum hjá felagnum í Skotlandi og í Noregi. Har halda tey viðlíka verandi framleiðslur á fleiri oljufeltum, tey taka stig til menning av nýggjum fundum, og tey sita við tekniborðini og leggja til rættis nýggjar umsóknir fyri  at fáa lut í nýggjum útbjóðingum bæði á norska og bretska landgrunninum. 

Nýggjasta tiltakið hjá felagnum, sum hevur sín uppruna í Føroyum og sum eisini hevur fleiri føroyingar í arbeiði, er ein metingar- og avmarkingarbrunnur á norska landgrunninum. Hann hevur samband við kenda Fogelberg oljufundið, har Faroe Petroleum hevur ein ognarlut uppá 28.3%.  

Nú um dagarnar kunngjørdi Faroe Petroleum, at tað fór undir at bora enn ein brunn á Fogelberg, sum varð funnið í 2010 og sum goymdi bæði olju og gass. 

Fogelberg liggur 18 kilometrar norðan og vestan fyri  framleiðandi oljufeltið Åsgard. Tað verður pallurin Island Innovator, sum fer at bora brunnin. Fyristøðufelag er Spirit Energy, sum eigur 51,7% av loyvinum. 

Graham Stewart, stjóri í Faroe Petroleum er sera fegin um, at tað hevur eydnast at fáa ein pall til at bora avmarkingarbrunn, sum aftur kann gerast grundarlag fyri víðari menning og avgerð um møguliga útbygging av fundinum. Hann heldur fyri, at tað eru væleydnaðu boringarnar hjá Faroe Petroleum, sum eru orsøkin til, at tað nú ber til at fara víðari og leggja seinastu brikkarnar í puslispælinum, sum vónandi skal enda við eini útbygging. 

Faroe Petroleum líkt, so verður hetta ikki tann einasta boringin hjá felagnum í 2018. Á skránni eru eisini fleiri aðrar boringar, eitt nú ein leitiboring á Iris/Hades oljuleiðini og seinni eisini boring á Rugne og Cassidy oljuleiðunum. 

Kelda: www.faroe.petroleum.com