Faroe Petroleum við í øktum leitivirksemi í Barentshavinum


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jógvan Hugo Gardar

26.02.2017 - 23:29

Oljan >

Tað er lagt upp til nógv leitivirksemi eftir kolvetni í Barentshavinum í ár. Sambært Petro.no er ætlanin at bora 13 brunnar i ár.

Tey sum hava ætlanir um at leita eftir olju og gassi eru millum annað Faroe Petroleum, Statoil, Aker BP, Lundin og Bayerngas.

Lundin Norway fann fyri fáum døgum síðani olju og gass sum vil kunna geva millum 35 og 100 milliónir føt av oljulíkum. Oljulíkar er eindin sum verður brukt at rokna um olju og gass til somu eind.

Sambært Petro er størst spenningur knýttur til Korpfjell.boringina. Sambært greinaranum Jarand Rystad í Rystad Energi kann Korpfjell fjala tað sum svarar til tíggju milliardir føt av olju.