Partar av pallinum komnir til Lerwick, haðani teir síðani fara út á oljuleiðina eystan fyri Hetland.

Forkunnug oljuútbygging eystan fyri Hetland


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

06.07.2017 - 16:04

Oljan >

Tað er ikki bara í økinum vestan fyri Hetland, at stórar útbyggingar fara fram av oljukeldum. Leita vit eystur um Hetland finna vit eina ta størstu og kanska eisini mest forkunnugu útbyggingini av eini oljukeldu í mong ár. 

Talan er um Mariner kelduna, sum varð funnin í 1981. Skiftandi oljufeløg hava hugt at møguligum útbyggingum, men eingin hevur hættað sær av fara undir eina útbygging. Ikki fyrr enn norska Statoil gjørdist fyristøðufelag og tók um endan. Við at brúka nýggjastu seismisku tøknina kundu serfrøðingarnir hjá Statoil eftir eini tíð gera av, at her var veruliga talan um eina møguliga útbygging og fáa upp tær 200-300 milliónir tunnunar av tungari olju. Og nú er útbyggingin komin so væl ávegis, at ymsu pallpartarnir longu eru komnir úr Suðurkorea og umvegis Lerwick í Hetlandi farnir teir 90 kilometrarnar eystur um Hetland, har teir verða settir saman. Utbyggingin verður liðug seint í 2018 og fyrsta oljan kemur upp móti endanum av 2018. Roknað verður við at framleiða 55.000 tunnur um dagin í 30 ár. Tilsamans eini 1500 fólk fara at verða knýtt at Mariner framleiðslueindini.

Mariner útbyggingin hevur ikki bert stóran týdning fyri Statoil men fyri bretska oljuídnaðin sum heild. Hon gevur vónir um, at lív framvegis er í Norðsjónum, og at tað, sum tóktist ómøguligt fyri bert fáum árum síðani, tað er í dag møguligt við nýggjastu tøknini. Mong eru dømini um hesa gongdina. Ein onnur stór oljukelda vestan fyri Hetland, oljurisin Clair, varð funnin í 1977, men fyrsta oljan kom ikki upp fyrr enn í 2004.