Páll Vesturbú, stjóri í FT Net, fegnast um at vera partur av so stórari verkætlan sum Quad 204 hjá BP eystan fyri føroyska markið.

Føroya Tele fegnast um at vera partur av BP oljuútbygging


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

25.05.2017 - 14:04

Oljan >


Millum mongu veitararnar til eina ta størstu útbyggingina av eini oljuleið á bretska landgrunninum nakrantíð er føroyska fyritøkan Føroya Tele, sum gjøgnum Shefa 2 samskiftiskaðalin tryggjar BP skjótt og gott fjarskiftissamband millum framleiðsluskip og land. Tað eru umleið 10 ár síðani, at Føroya Tele og BP fóru undir samstarv. Grundarlagið undir hesum spennandi samstarvinum var nýggi samskiftiskaðalin Shefa 2, sum gongur framvið oljuleiðirnar vestan fyri Hetland og sum avloysti ta annars sera kostnaðarmikla og svikaliga fylgisveinasambandið.

Av tí at hetta varð spildurnýggj verð fyri føroysku fyritøkuna at lata vørur og tænastur til eitt av heimsins størstu oljufeløgum, so varð alt gjørt frá botni av og vóru allar fyrireikingarnar til samstarvið so neyvar og væl úr hondum greiddar, at BP seinni ynskti at víðka um samstarvið við Føroya Tele, soleiðis at íbinding í dag er til fleiri framleiðandi oljuleiðir á Atlantsmótinum.

Páll Vesturbú, stjóri í FT Net, sum hevur staðið á odda fyri arbeiðinum, fegnast um, at stóra Schiehallion oljuleiðin er vorðin útbygd og nú tikin í nýtslu. Tá nýggja framleiðsluskipið Glen Lyon varð í gerð í Suðurkorea vóru fólk frá Føroya Tele á skipasmiðjuni og settu upp útgerðina, sum nú tryggjar samskiftið millum oljuskip og støðirnar á landi. Tað er henda útgerðin, sum nú er vorðin tikin í nýtslu saman við øllum øðrum, ið er partur av hesi stóru útbyggingini av Schiehallion oljuleiðini. Tilsamans hevur hon kostað knappar 50 mia. kr.

Í dag hevur Føroya Tele samskiftisútgerð umborð á tveimum av oljuleiðinum hjá BP vestan fyri Hetland. Umframt á Glen Lyon framleiðsluskipinum á Schiehallion oljuleiðini, sum hevur fingið navnið Quad 204, er Shefa 2 kaðalin eisini bundin í Clair oljuleiðina, ið liggur í grannalagnum. Aftrat hesum verður Shefa eisini knýttur í enn eina oljuleið á tí risastóru Clair oljukelduni, sum er við at verða bygd og sum verður tikin í brúk í 2018. Hon eitur Clair Ridge. Føroya Tele roynir so eisini at fáa Shefa kaðalin knýttan í enn eina oljuleið hjá BP í sama grannalag, nevniliga Foinaven oljukelduna.

Eisini eru samráðingar við oljufelagið Chevron um at fáa Shefa bundið í komandi útbyggingina av enn eini nýggjari oljuleið á Atlantsmótinum, Rosebank, sum liggur tætt við føroyska markið.

Felags fyri allar hesar íbindingar í fipurkaðal frá Shefa er, at samskiftissambandið verður nógv skjótari, betri og harvið tryggari enn um talan var um fylgisveinasamband. Shefa hevur so eisini gjørt, at ymsu manningarnar á skipum og pallum hava fingið skjótt breiðband.

Tað vísir seg, at nýggju telesamskiftismøguleikarnir BP hevur fingið gjøgnum fipurkaðalarnar hjá FT Net, eru einki minni enn kolveltandi fyri felagið. Við hesum sambandinum, sum avloysir tað meira svikaliga og kostnaðarmikla fylgisveinasambandið, ber til at stýra stórum pørtum av framleiðsluni og arbeiðinum úti á feltunum úr landi. Tað ger, at manningin umborð á pallum og skipum, kann avmarkast, og tað ger aftur, at manningarnar fáa atgongd til breiðbandsinternet og gerst tað harvið meira hugaligt at arbeiða langt úr landi. Aftrat hesum koma aðrir fyrimunir so sum betran av trygdini. So her er bæði talan um rationalisering og effektivisering fyri ikki at siga sosialisering. Øll lið í framleiðsluni fáa gagn av tí betraða telesamskiftinum frá føroysku fyritøkuni.