Sam Laidlow, ein av fyrstu oljustjórunum, sum kom til Føroya fyrst í 90-unum. Nú er hann aftur í umhvørvinum vestan fyri Hetland.

Føroyakenningur keypir oljuognir eystan fyri markið


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

13.05.2017 - 18:49

Oljan >


Í hesum tíðum henda stórar broytingar í oljuvinnuni í Norðsjónum og á Atlantsmótinum vestan fyri Hetland. Um somu tíð sum stór nýggj oljufund verða gjørd, so skifta bæði leitiloyvi og framleiðandi oljukeldur hendur. Nýggjasta hendingin í so máta verður kunngjørd í altjóða oljumiðlunum í dag, og hon er, at nýggja íløgufelagið hjá Sam Laidlaw, Neptune Energy, hevur gjørt avtalu við oljufelagið Engie, fyrrverandi franska olju- og gassrisan, GDF Suex, um at keypa tess olju- og gassloyvi. Sam Laidlaw er gamal kenning frá føroyskari oljuleiting. Hann var oddamaður í amerikanska oljufelaginum Amerada Hess, tá tað sum eitt av teimum fyrstu oljufeløgunum gjørdi landrás í Føroyum. Oljufelagið gjørdi eitt tað fyrsta føroyska oljufundið, Marjun í 2001, saman við Atlantic Petroleum, DONG og øðrum. Saman við leitistjóranum hjá felagnum, Richard Hardmann mundi hann vera ein av teimum fyrstu leiðandi oljumonnunum, sum vitjaði í Føroyum. Nú hann er íløgur í leitiloyvi, sum ikki liggja so langt frá føroyska markinum, kann sigast, at hann aftur er í sínum gamla kenda umhvørvi, Atlantsmótinum.

Við hesum keypinum verður hann nevniliga aftur partur av leitingini á Atlantsmótinum við teimum loyvum, sum Engie hevur vestan fyri Hetland. Keypið er uppá umleið 40 milliardir kr.

Neptune Energy, sum er nýtt felag í oljuvinnuni, verður fíggjað av Carlyle Goup og CCV Partners. Sam Laidlaw, sum áður var stjóri í skotska felagnum Centrica, hevur stórar vónir til hetta keypið, ikki minst tí at kostnaðurin at reka felagið er lágur. Hann sigur, at hetta er byrjanin til at fara undir at víðka um virksemið hjá felagnum. Felagið hevur fíggjarliga orku til at kunna fara undir nýggj keyp í framtíðini eisini og ætlar sær av vera ein virkin partur av oljumenningini á bretska landgrunninum í framtíðini.