Frá Offshore Europe í Aberdeen nøkur ár herfyri. Mynd Jan Müller

Føroyar ikki við á altjóða oljumessu í Aberdeen


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

24.02.2017 - 11:17

Oljan >

Fyri fyrstu ferð seinastu gott og væl 25 árini fara Føroyar ikki at luttaka við einum landabási á oljumessuni “Offshore Europe” í Aberdeen í heyst. Síðani umleið 1991 hava Føroyar luttikið við sjálvstøðugum bási á nærum øllum oljumessum, sum hava verið í Stavanger í Noregi og Aberdeen í Skotlandi. Øll tey fyrstu árini varð hetta mett sum ein læra og fyrireiking til framtíðar oljuleiting í Føroyum. Síðani kom eitt tíðarskeið uppá góð 15 ár við leiting, har tað var nærum sjálvsagt at vera partur av stóru altjóða oljumessunum í norska og skotska oljuhøvuðsstaðnum.

Men eftir at oljuleitingin við Føroyar steðgaði í 2014, hevur verið so sum so við áhuganum at vera partur av oljumessunum, tó vóru Føroyar umboðaðar í Aberdeen í 2015 og í Stavanger í 2016. Nú eru aðrar tíðir. Fyrst og fremst hevur lági oljuprísurin havt sína ávirkan men ikki minst tørvandi áhugin fyri at vera partur av leitingini við Føroyar hevur gjørt sítt. Úrslitið er nú tað, at tað er avgjørt ikki at hava nakran føroyskan landabás á oljumessuni í Aberdeen í september í ár.

Nevndin í Oljuvinnufelagnum, sum í dag stendur fyri fyrireikingunum til oljumessurnar, hevur nevniliga avgjørt, at felagið ikki ynskir at standa fyri føroyskum landabási á Offshore Europe 2017 í Aberdeen í ár. Orsøkin er vantandi áhugi hjá føroyskum fyritøkum. Fyritøkurnar, sum vanliga luttaka, raðfesta onnur átøk og vitjanir í ár. Onkrar av fyritøkunum ætla so kortini at fara á oljumessuna í Aberdeen, tó at eingin føroyskur básur verður har.

Hóast ongin føroyskur landabásur verður á OE í 2017, er tó ikki sagt, at føroyskur landabásur ikki verður aftur á messuni komandi árini upplýsir Jórun Gardar, skrivari í Oljuvinnufelagnum. Men í løtuni er ikki grundarlag fyri einum samskipaðum landabási, tí áhugin millum luttakarar er ikki nóg stórur. Tað er sannlíkt, at gongdin innan oljuvinnuna og lági oljuprísurin eru týðandi orsøkir til avgerðina sigur hon við Oljuportalin.