Heimsins størsta seismikkskip, Ramform Titan, á veg inn á Fuglafjørð. Myndamaður Reidar Joensen.

Føroyar sum sjóvinnudepil - kappingarførar í oljuhøpi


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

09.07.2017 - 23:00

Oljan >

Seinnapartin í gjár legði heimsins størsta seismikkskip, Ramform Titan frá bryggju í Fuglafirði, og setti kós norður um Føroyar og víðari móti oljuleiðunum við Eysturkanada. Tá hevði skipið skift manning, bunkrað, provianterað og fingið aðrar veitingar. Ferðin tvørtur um hav tekur seks samdøgur og fer Ramform Titan komandi tíðina at skjóta seismikk í kanadiskum sjógvi. Tætta samstarvið millum frálandsreiðarríið Thor í Hósvík og PGS, sum eigur Ramform Titan, hevur við sær, at ikki færri enn trý av veitingarskipunum hjá føroyska Thor vera við í arbeiðinum í Kanada. 

Hesin risin av einum seismikkskipi kom til Føroya av oljuleiðunum vestan fyri Hetland, har Ramform Titan í góðan mánað hevur skotið seismikk fyri franska oljufelagið Total. Eitt av skipunum hjá Thor, Thor Assister, var hjálparskip hjá Ramform Titan. Nú nýggj uppgáva stóð fyri framman hinumegin Atlantshav, gjørdi reiðaríið av at leggja leiðina inn í Føroyum at skifta manning og bunkra.

”Vit valdu at koma til Føroya, tí oljan er bíligast her,” sigur norski skiparin á Ramform Titan, Ragnar Stangring. við oljan.fo, sum vitjaði umborð tíðliga leygarmorgun. ”Vit brúka nógva olju, og hava vit møguleika fyri at fáa bíligari olju, so fara vit har hon er bíligast, og her vóru Føroyar mest kappingarførar. Tí valdu vit Føroyar framum at fara í skotska ella norska havn at bunkra. At vit hava arbeitt í grannalagnum, og at Føroyar liggja á leiðini til næstu uppgávuna hevur sjálvandi eisini týdning. ”

Skiparin er ikki bara fegin um bíligu oljuna. Hann sigur, at tænastuveitingarnar teir hava fingið í Fuglafirði hava verið framúr góðar. Alt hevur gingið eftir ætlan og vil hann fegin mæla øðrum frálandsskipum at fara til Føroya at keypa vørur og tænastur, um tey eru í grannalagnum.

Ramform Titan keypti 1,4 mill. litrar av olju frá oljufelagnum Magn, sum flutti oljuna við flest øllum av teirra tangabilin til Fuglafjarðar. Hetta vikuskiftið vitjaði eisini eitt annað seismikkskip á Fuglafirði, Geo Coral, sum varð ávegis í Barentshavið.Tað kom av leiðunum vestan fyri Írland.  Oljuna til Geo Coral, veitti EFFO, umleið 900.000 litrar. Harumframt fekk skipið ein hóp av øðrum vørum og tænastum. 

Ragnar Stangring, skipari á Ramform Titan, sigur, at teir valdu at fara á Fuglafjørð eftir at hava sæð myndir frá bæði Havnini, Skálafjørðinum og Norðhavnini í Klaksvík eisini. Umstøðurnar í Fuglafirði vóru tær røttu fyri júst teir sigur hann. 

Ramform Titan er heimsins størsta seismikkskip. Tað er eitt av fýra systurskipum, sum arbeiða á øllum heimsins høvum. Tilsamans eigur PGS 10 seismikkskip og er harvið eisini størsta seismikkreiðarí í heiminum.

Skipið er so mikið stórt og hevur so stóra arbeiðsorku, at tað verður mest brúkt í stórum verkætlanum sum henni teir hava staðið fyri vestan fyri Hetland og henni teir nú skulu í gongd við eystan fyri Kanada. Ramform Titan hevur møguleika at draga tilsamans 24 káplar, sum kunnu vera upp til 10 kilometrar langir, eftir sær og fyri at ímynda sær hvussu stórt øki teir arbeiða í, tá full orka verður nýtt, so er økið at sammeta við alt Manhattan í New York.

Føroyar sum sjóvinnudepil

Hetta seinasta vikuskiftið fer uttan iva at vera ein varði í føroyskari sjóvinnusøgu. Ikki síðani boripallurin West Hercules í 2014 varð umvældur á Skálafjørðinum, hava tvey so stór frálandsskip vitjað í Føroyum. Og eingin ivi er um, at føroyskir myndugleikar og fyritøkur, sum arbeiða í sjóvinnuni og royna at fáa útlendsk skip til Føroya at keypa vørur og tænastur, við hesi vitjan hava fingið blóð uppá tonnina. At tvey so stór seismikkskip koma til Føroya um sama mundið og verða gjørd út her til nýggjar arbeiðsuppgávur í Barentshavi og við Kanada, munnu geva íblástur til í enn størri mun at gera vart við Føroyar sum sjóvinnudepil.

At alt eydnaðist so væl er kærkomið at brúka í marknarðføringini, sum bæði UVMR og Vinnuhúsið umframt tær einstøku fyritøkurnar og havnirnar raðfesta og standa fyri. Hendingin hetta vikuskiftið er prógv um, at her er talan um eina vinnu, sum kann mennast og geva arbeiðspláss og inntøkur til samfelagið. Hon er eisini enn ein staðfesting av, at Føroyar geografiskt liggja sera væl fyri í Atlantshavi at lofta skipaferðslu, sum fer framvið oyggjunum. Hesi bæði seismikkskipini høvdu arbeitt í grannalagnum, á Atlantsmótinum, vestan fyri Hetland og vestan fyri Írland. Tey kundu havt brúkt havnir í Bretlandi ella Norra sum útgerðarstøð, tá tey fóru undir nýggjar uppgávur, men tey valdu Føroyar eftir at hava kannað prísir og umstøður.

Hetta er so eisini ein "útpurring" til føroyskar fyritøkur til bæði hvør sær og saman at marknaðarføra okkara vørur og tænastur og okkara land. Og í hesum sambandi er tað eisini rættiliga avgerandi, hvussu effektiv vit eru og kunnu kappast við aðrar um prísir og kvalitet. Tað er tí eingin sjálvfylgja, at reiðaríini velja Føroyar fram um onnur støð. Tey gera tað tí, og tá okkara vørur og tænastur eru kappingarførar bæði í prísi og góðsku. Og tað vóru í hvussu er fleiri av teimum hesaferð. Og vónandi eru slíkar vitjanir eisini at meta sum lærdómur, tvs. hvussu kunnu vit gera tað uppaftur betri eina aðru ferð og hvussu kunnu vit læra av manglum og møguligum mistøkum.

Tey bæði skipini hava heilt givið lagt nógvar milliónir kr. eftir seg í føroyska samfelagnum: havnagjøld, leveransur av olju, provianti og øðrum, brúk av hýruvognum, gistingarhúsum og flogferðslu og aðrar tænastur við.

Slík vitjan er avgjørt kærkomin í kjalarvørrinum á kanningum og frágreiðingum, sum myndugleikar og vinna hava staðið fyri og sum snúgva seg nettupp um at menna og marknaðarføra Føroyar sum ein sjóvinnudepil í Atlantshavi. 

Seismikkskipini Ramform Titan og Geo Coral eru at meta sum tveir týðandi varðar á leiðini.

Lesið eisini komandi prát við tveir av høvuðspersónunum aftanfyri stórfingnu skipavitjanina.

Myndirnar hevur Reidar Joensen tikið.