Jóannis Hansen, skipari á Esvagt Contender, fegnast saman við avloysaraskiparanum Ragnheðin Ryggstein, at Føroyar nú kunnu vera útgerðarstøð, nú teir arbeiða so nær markinum. Myndir Jan Müller

Føroyar vælegnaðar sum útgerðarstøð hjá frálandsvinnuni


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

31.05.2018 - 14:05

Oljan >

”Tað er nógv betri at koma til Havnar enn at fara til t.d. Lervick – uppá nógvar mátar. Tað er fyri tað fyrsta stytri at sigla til Havnar. Harnæst eru nógvir útlendingar, sum skulu heim og avloysast, og flogferðasambandið er nógv betri úr Føroyum. At fáa góðs til Føroya er eisini betur enn at fáa tað til Lervick.”

Hetta sigur sørvingurin Jóannis Hansen, skipari á danska frálandsskipinum Esvagt Contender. Hann hevur júst loyst av starvsfelagan, skopuningin Ragnheðin Ryggstein, og er hetta fyrstu ferð, at hann hevur kunnað mynstrað í føroyskari havn. Og orsøkin er tann, at teir arbeiða einans fáar kilometrar frá føroyska markinum. Hann er samdur við starvsfelagan, sum herfyri úttalaði seg til Oljuportalin, at tað er einki minni enn ein ynskidreymur, ið gongur út, at kunna koma til Føroya við skipinum, nú manning skal skiftast og aðrar tænastur fáast. Og hann vónar, at hetta heldur ikki verður seinastu ferð.

Henda teirra fyrsta roynd at brúka Føroyar sum útgerðarstøð heldur Jóannis Hansen verða so mikið væleydnaða, at hon eigur eisini at fáa onnur frálandsskip, sum arbeiða í grannalagnum ella koma framvið Føroyum, at síggja og brúka teir møguleikar, sum finnast her.

”Mær dámar eisini sera væl hugskotið um einar Føroyar sum útgerðardepil her í Norðuratlantshavi, sum eg skilji eisini varð frammi á arktiskari ráðstevnu í Havn herfyri. Tað hevur stóran týdning, at vit øll, sum kenna til góðu umstøðurnar í Føroyum at veita vørur og tænastur til útlendsk skip, gera vart við hetta í útlandinum. Og hetta eiga ikki minst vit, sum arbeiða í frálandsvinnuni, eisini at gera.”

Við sama skipi í meira enn 10 ár

Teir báðir føroysku skipararnir á Esvagt Contender, sum nú hava roynt tað sjálvir at brúka Føroyar sum útgerðarstøð, eru eisini eitt gott dømi um, hvussu væl føroyingar trívast umborð á eina og sama frálandsskipi. Báðir hava teir verið við sama skipi í meira enn 10 ár.

Teir eru samdir um, at tá Føroyar eru rætta valið at brúka sum útgerðarstøð, tá arbeitt verður úti í Atlantshavi, so er tað fyrst og fremst góða flogsambandið við umheimin, sum dregur. Og tað halda teir er nakað, sum vit eiga at marknaðarføra væl umframt annað eisini.

Jóannis vísir á, at nú teir skuldu velja eina føroyska havn at fara til, so stóð valið millum Runavík og Havnina. Bæði plássini eru nóg góð, men valið fall so á Havnina, møguliga tí agenturin, Faroe Maritime Service, heldur til í høvuðsstaðnum, og tað tí lá betri til høgrabeinið. Uppá fyrispurning um tað ikki hevði verið uppaftur stytri at farið til Vágs sigur hann, at við tí fyrimuninum hevði tú so kortini fingið trupulleikan við flutninginum til flogvøllin, so svarið er Havnin ella Runavíkin, ið m.a. hava bestu sambondini til flogvøllin.

Stuðlar hugskotinum um sjóvinnudepil

Skiparanum dámar væl, at bæði myndugleikar við landsstýrismanninum á odda og vinnan royna at virka fyri at gera Føroyar til ein sjóvinnudepil í Norðuratlantshavi. Hann hevur longu víst á, at vit í nógvum førum eru kappingarfør, men tó ikki á øllum økjum, eitt nú tá tað kemur til proviantering og bunkring. T.d. er væl bíligari at fara til Aberdeen at bunkra. Har eru eisini bunkringssentralar og tekur man so Esbjerg, so verða har brúkt bunkringskip, alt nakað, sum ger bunkring í útlandinum meira áhugaverda.

Sum skilst á fólki, ið arbeiða hjá oljufelag í Føroyum, so vátta tey, at tað sum heild er ómøguligt at kappast við ein oljubý sum Aberdeen um bunkring, tí har hevur oljuframleiðsla og søla leingi verið ein náttúrligur partur av virkseminum. Men verður samanborið við t.d. Lervick, so er støðan ein onnur. Eitt nú valdi heimsins størsta seismikkskip, Ramform Titan, sum í fjør arbeiddi eystan fyri markið, at bunkra í Føroyum heldur enn at fara til Lervick. Sigast kann tí, at bunkring í Føroyum onkuntíð er bíligari og onkuntíð dýrari enn í grannalagnum. Leggja vit tá fyrimunirnar at fara til Føroya heldur enn í útlendska havn saman, so eru teir væl størri enn vansarnir.

Stór oljuframtíð nær markið

Sjálvur heldur Jóannis Hansen annars, nú hann arbeiðir tætt við føroyska markið, at tað vildi verið so upplagt at brúka føroyska havn sum útgerðarstað til alt tað virksemi, sum er og vónandi fer at vinda uppá seg í bretska økinum nær markið í framtíðini. Við hesum sipar hann til spennandi gongdina, har oljufeløg nú arbeiða miðvíst við ætlanum um at fara undir at útbyggja olju- og gasskeldur tætt við markið og eisini miðskeiðis millum Føroyar og Hetland.

Skiparin heldur, at kann henda teirra fyrsta arbeiðsvitjan í Føroyum bara vera ein byrjan og rudda slóð fyri øðrum eisini, tá hevði tað verið sera gott fyri Føroyar.

Umframt hjálpar- og vaktarskip, sum hava til uppgávu alla tíðina at veita trygd á boristaðum, so hava útgerðarskipini, sum eru knýtt at eini boring sum henni West Hercules stendur fyri hinumegin markið í løtuni, til uppgávu støðugt at flyta góðs millum havn og pall. Í hesum førinum verður siglt millum Aberdeen og pallin, ein teinur uppá 200 fjórðingar. Kundi útgerðarskipið t.d. ístaðin siglt teir 100 fjórðingarnar til Føroya eftir góðsi og útgerð, so hevði tað minkað um útreiðslurnar. Hertil er eisini at siga, at lætt er at fáa góðs, sum skal umborð á boripall, til Føroya og hiðani flutt á boristaðið, heldur enn at fara í bretska havn. Tað merkir, at tess nærri borað verður Føroyum, tess betur kann tað í fleiri førum loysa seg at brúka føroyska havn eisini heldur enn at skula fara longu leiðina úr Aberdeen. Her kann so eisini nevnast, at føroyskar havnir eru sera væl fyri við smiðjum, skuldu útgerðarskip havt tørv á teimum eisini.

Tá vit enda samrøðuna við jaliga sørvingin dylur hann ikki fyri, at fyri teir, sum eru við Esvagt Contender, nú hann borar í einum nýggjum og helst komandi oljuøki, er hetta ein eyka spennandi uppgáva. So mikið tætt við markið arbeiða teir, at tað skuldi verið løgið, um ikki oljan eisini finst føroysku megin markið.

”Sum eg havi skilt tað, so gongur brunnurin upp til markið tvs. at potentiella økið gongur heilt upp til uppmerkta markið. At liggja so tætt við markið og hava møguleikan at koma heim til Føroya er nakað man fegnast um. Og sjálvandi er tað eisini hugaligt at kunna vísa skipið fram í Føroyum.”