Føroyingurin Martin Heinesen er millum undirvísararnar. Frá vinstru: Dr. Estevao S. Mahanjane, Martin V. Heinesen og Simon Njuguna

Føroyingar á landgrunsskeiði í Afrika


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

24.04.2018 - 10:42

Oljan >

Í gjár byrjaði Summer Academy on the Continental Shelf 2018. Talan er um eitt vikuskeið um landgrunsrætt, ið Fróðskaparsetur Føroya skipar saman við African Institute of International Law (AIIL).

Skeiðið er grundað á samstarvsavtalu millum Fróðskaparsetur Føroya og AIIL og er m.a. stuðlað av Korean Maritime Institute og av játtanini hjá landsstýrinum til menningarsamstarv. Aðrir samstarvspartar eru Jarðfeingi og GEUS. Skeiðið verður hildið í Arusha, Tansania.

Endamálið er at fáa luttakarar úr øllum heiminum, herundir serliga úr menningarlondum, at nema sær holla vitan um jarðfrøðilig og løgfrøðilig viðurskifti um landgrunnin.

Tilsamans 33 luttakarar úr 24 londum eru á skeiðinum, heruppií eru 16 luttakarar úr 12 afrikanskum londum. Millum undirvísararnar teljast m.a. forsetin í altjóða dómstólinum í Haag, Abdulqawi Ahmed Yusuf og tríggir limir í landgrunsnevnd Sameindu Tjóða.

Meira um SACS sæst HER