Niels Christian Nolsøe, stjóri á Jarðfeingi bjóðar útlendskum oljufeløgum vælkomnum til kunnandi tiltak um 4. útbjóðing í Travelers Club í hjartanum á London. Mynd Jan Müller

Føroysk oljuleiting í New York Times


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

22.06.2017 - 17:05

Oljan >


Jan Müller, London:

Tað er neyvan á hvørjum degi, at lítlu Føroyar fáa innivist í einum av heimsins størstu dagbløðum, amerikanska New York Times. Men so var í gjár, tá blaðið kunnaði sínar mongu milliónir lesarar um nýggju oljuleitingina á føroyska landgrunninum. Undir yvirskriftini ”Faroe Islands Looks to Restart Hunt for Oil and Gas” umrøður blaðið 4. leitiútbjóðingina, sum alment lat upp 17. mai, og endurgevur stjóran á Jarðfeingi, Niels Christian Nolsøe, sum sigur seg vóna, at altjóða oljufeløg aftur fara at vísa føroysku undirgrundini áhuga. Ikki minst nú nýggj jarðfrøðilig vitan, sum varð løgd fram fyri oljufeløgum á kunnandi tiltaki í London í gjár, vísir nýggjar og áhugaverdar møguleikar fyri at finna olju og gass í undirgrundini. ”Oljufeløg hava í mangar mátar víst sín áhuga. Vit luttaka á messum, vit hava fundir við feløgini, tey keypa data frá okkum og tey vitja okkum eisini í Føroyum, so tað er áhugi fyri hesi nýggju útbjóðingini,” sigur stjórin á Jarðfeingi sambært New York Times.

Blaðið vísir á, at Statoil, sum hevur verið eitt av feløgunum, ið hevur verið við í leitingini við Føroyar, hevur tó ongar ætlanir í løtuni at fara inn aftur í leitingina.

Víðari verður sagt frá, at nógva basaaltið ger tað torførari at arbeiða í hesum økinum, men seinastu árini hevur eitt nú norska felagið PGS útvegað nógv betri seismikk enn tann, sum varð skotin, áðrenn leitingin byrjaði fyri meira enn 16 árum síðani. Og nýggja tulkingin á Jarðfeingi ger eisini stóran mun. 

Blaðið skrivar, at oljuútbjóðingin fer fram í eini tíð við einum oljuprísi uppá 45 dollarar, og kann tað hava negativa ávirkan, nú oljufeløgini vegna lágu oljuprísirnar í longri tíð ikki hava so nógvar pengar til at taka til leiting, sum tey høvdu áður. Men tá kemur kortini positiva gongdin í kostnaðinum eisini inn í myndina og dregur hin vegin.

Niels Christian Nolsøe sigur, at fleiri stór oljufeløg eru millum feløgini, ið vísa áhuga, tó at hann ikki ynskir at nevna nakað við navni enn. Hann vísir á, at nú fleiri stór fund eru gjørd vestan fyri Hetland og Føroyaøkið í grannalagnum enn er sera lítið kannað, so eru stór sannlíkindi fyri, at tað er á føroyska landgrunninum, at oljufeløg komandi árini kunnu gera stór oljufund.

Oljuleitingin fevnir um eitt øki, sum er 30.000 ferkilometrar stórt og skulu umsóknir verða latnar inn áðrenn 17. februar í 2018.

Eisini onnur stór bløð og miðlar í útheiminum gera nógv burtur úr føroysku leitingini, eitt nú stóra bretska blaðið ”Daily Mail”.

Væleydnaður kunningarfundur í London

Í gjár skipaði Jarðfeingi fyri einum kunnandi tiltaki í London fyri oljufeløgum og ráðgevandi feløgum í oljuvinnuni. Nógv feløg - eisini stór og kend oljufeløg -  luttøku, har tey fingu holla og nýggja kunning um føroysku undirgrundina frá fleiri av serfrøðingunum hjá Jarðfeingi. Tað varð stjórin á Jarðfeingi, Niels Christian Noløse, sum saman við føroyska sendiharranum í Bretlandi, Áka Johansen, beyð oljufeløgnum vælkomnum. (Lesið meira um tiltakið í komandi grein).

Her leinkja til grein í Daily Mayl: (Í báðum greinum, í The New York Times og The Daily Mayl er keldan bretska tíðindastovan Reuters. 

Read more: http://www.dailymail.co.uk/wires/reuters/article-4624880/Faroe-Islands-looks-restart-hunt-oil-gas.html#ixzz4kjEt9Qlh