Magnus Rasmussen, tingmaður heldur, at tað almenna og vinnulívið hava megnað at menna eina føroyska oljuvinnu, enn uttan olju. Mynd Jan Müller/oljan.fo

Føroysk oljuvinna uttan olju sett Føroyar á heimskortið


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

16.03.2017 - 13:27

Oljan >


”Ein føroysk oljuvinna, enn uttan olju, hevur sett Føroyar á heimskortið. Ein orsøkin er, at tað almenna og fyritøkurnar hava arbeitt saman og hava havt eitt felags mál: sjálvandi fyrst og fremst at finna olju, men um tað ikki gekk, so at byggja upp eina føroyska veitaravinnu,” segði Magnus Rasmussen, tingmaður (S) undir 1.viðgerð á uppskotinum til nýggja oljuleiting við Føroyar. Hann segði m.a.:

Alment og privat arbeitt væl saman

”Í høvuðsheitum hevur tað arbeiði, sum er gjørt innan oljuøkið, eisini frá almennari síðu, sum heild verið gott. Tað almenna hevur lagt nakrar karmar uttan at blanda seg alt ov nógv upp í vinnuna. Og vinnan hevur uttan at vera tvangsinnløgd, arbeitt innan hesar karmar eftir besta førimuni, og eg haldi, at tað er komið væl burturúr.

Hóast eingin olja er funnin enn, so hevur oljuvinnan á ávísum økjum lyft støðið høgt upp á føroyskari vinnu. Eisini eru føroyingar komnir at kenna hesa vinnu væl – í veruleikanum serstakliga eftir at henda vinnan byrjaði í Føroyum, har fleiri føroysk feløg eru virkin innan hesa vinnu í dag og hava nógv fólk í arbeiði.

Meira enn 1000 føroyingar arbeiða innan hesa vinnu í dag, og tað er ikki smávegis. So hóast onga olju, hava føroyingar, føroysk virki og samfelagið fingið væl burturúr. Vit kunnu eisini nevna gransking, sum er sprottin burtur úr oljuumhvørvinum og sum verður brúkt innan nógvar aðrar vinnur í dag. Eg hugsi um streymmodellið, sum bæði alivinnan og útróðrarvinnan brúka í dag og sum harumframt kann brúkast innan umhvørvisøkið. Tað er ein partur, sum er komin í sambandi við, at oljvinnan er her. Síðani kunnu vit nevna feløg sum Thor, Skansi, Mest og onnur, sum veruliga hava ment seg gjøgnum oljuvinnuna.

West Hercules gjørdi munin

At føroysk vinna menti seg gjøgnum árini, og at oljuvinnan góðkendi hennara avrik, kom best til sjóndar, tá West Hercules kom á Skálafjørðin og varð umvældur fyri heilt stórar upphæddir. At hava hesi sambond hevur alstóran týdning. Tað hevur gjørt, at føroysk vinna er ikki bundin av, at oljan er í Føroyum ella ikki, men arbeiðir nú uttan fyri Føroyar við at hava fingið ballastina í Føroyum.

So ein føroysk oljuvinna, enn uttan olju, hevur sett Føroyar á heimskortið. Ein orsøkin er, at tað almenna og fyritøkurnar hava arbeitt saman og hava havt eitt felags mál: sjálvandi fyrst og fremst at finna olju, men um tað ikki gekk, so at byggja upp eina føroyska veitaravinnu.

Tí er tað so týdingarmikið at hava eina smidliga lóggávu, sum fremur virksemi og samstundis er kappingarfør. Eg ivist ikki í, at vit fara at finna olju, spurningurin er bara nær.

Kappingarførir

Tað hevur verið tosað um skatt, og har haldi eg vit mugu brúka ta meginreglu, at vit skulu ikki skatta ella vera strangari enn tey vit kappast við. Og lesi eg rætt undir viðmerkingunum, har ein graftur vísir, at Føroyar skatta oljufeløgini í meðal, so haldi eg, at tað kann Vinnunevndin hyggja væl og virðiliga eftir.

Bryggjukanturin verður nevndur eisini, og hann hevur ikki forskrekt nakran. Sjálvandi høvdu oljufeløg viljað sloppið undan honum, men eg haldi vit eiga at halda fast um ta skipanina. At hon hevur verið eitt krav hevur verið við til at menna fleiri fyritøkur.”

Marknaðaføring stóran týdning

Magnus Rasmussen nam eisini við spurningin um at marknaðarføra Føroyar sum leitiøki. ”Eg haldi eisini, at marknaðarføring av oljuleitingini er ótrúliga týdningarmikil og haldi, at landsstýrið og Jarðfeingi her hava gjørt sítt besta. Men eg haldi, at man eigur at gera tað uppaftur betri. Viðhvørt er tað ikki so hugaligt at fiska, og tá eigur man at dríva enn meira á. Seta týttari á ella kanska at hava betri agn. At Føroyar ikki vera við á bási á altjóða oljumessuni í Aberdeen seinni í ár, har vit kunnu marknaðarføra útbjóðingina, haldi eg er skeivt. Fari tí at heita á landsstýrismannin at skera ígjøgnum, so vit luttaka.

At vit ikki eru við á oljumessum sum Føroyar er eitt stórt afturstig. Vónandi kann tað broytast, áðrenn messan verður veruleiki.”