Bjørt Samuelsen, framsøgufólk fyri Tjóðveldi ivaðist ikki í, at oljufeløg fara at vísa áhuga fyri nýggjari føroyskari oljuleiting. Mynd Jan Müller/oljan.fo

Føroysk vinnumenning eigur at raðfestast í oljuleiting


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

11.03.2017 - 16:54

Oljan >

”Vit hava fingið eina vælútbygda tænastuvinnu, sum kann útbyggjast enn meira. Í slíkum nýggjum útbjóðingarumførum eiga vit at gera tað vit kunnu fyri at halda hondina undir hesi menning og styrkja ta vinnuna enn meira. Tað haldi eg er ómetaliga týdningarmikið. Og tað haldi eg eisini liggur í kortunum,” segði Bjørt Samuelsen, framsøgufólk hjá Tjóðveldi, tá 1. viðgerð av nýggjari oljuútbjóðing var til viðgerar á tingi.

Rósti myndugleikunum
Bjørt Samuelsen, framsøgufólk hjá Tjóðveldi byrjaði sína framløgu við at rósa teimum, sum hava greitt uppskotið og viðmerkingarnar úr hondum. Hon helt tað vera eitt gott arbeiði, sum varð gjørt og ikki minst kunningina um søguliga tilgongdina í øllum oljumálinum, ið sjálvandi eisini hevði týdning, tá ein vinnunevnd skal taka støðu til eitt stórmál sum hetta.

”Eg gleði meg til at viðgera hetta málið víðari í Vinnunevndini, tí tað er langt síðani, at vit hava fingist við olju her á tingi. Vit hava bara fingist við fisk í seinastuni, og hetta er tí eitt kærkomið høvi til at tingast um okkurt annað tilfeingi enn fisk, eina lítla løtu um ikki annað.

4. útbjóðingarumfar verður her viðgjørt og sum víst á eru fyrireikingar til bæði 5. og 6. útbjóðingarumfar eisini í gongd. Tað er orsakað av m.a. teimum drúgvu royndunum, sum Jarðfeingi eftir hondini hevur fingið, har tey eisini m.a. í samráði við oljuvinnuna halda, at tað er skilagott at hugsa langsiktað, og tí eisini fyrireika tey næstu umførini. Eg gangi út frá, at tað eisini snýr seg um, at tey altjóða oljufeløgini hava møguleika at leggja Føroyar inn í sína langtíðar strategi.

Áhugin fyri at leita fer at vaksa aftur
Bjørt Samuelsen vísti á, at tað er nógv hent á hesum økinum, síðani Føroyar á fyrstan tið fóru undir at bjóða út oljuloyvi. Tað byrjaði við oljulóggávuni í 1998, tá stórt fokus varð á hetta, og onkur dittaði sær at siga, at oljan var funnin, hvat hon eisini varð meira ella minni. Vit vita, at olja er her, og tað er eisini tað, sum ger, at vit áhaldandi síggja hetta fyri okkum sum ein part av inntøkum í framtíðini.

”Minnist seinast vit høvdu oljuloyvi uppi í Vinnunevndini í rímuligari nýggjari tíð, tá oljuráðharrin tók málið um ”open door” upp. Hetta var gjørt m.a. tí økið varð minni áhugavert og orsakað av umstøðunum úti í heimi, og at útlitið til at hava nokk av olju í eitt longri áramál enn hvat man spáddi fyri 10 árum síðani, var broytt munandi.

Eg ivist onga løtu í, at áhugin fyri tí føroyska økinum fer at vaksa aftur. Tað er bara ein spurningur um nær. Sæð við leikmans eygum sær hetta skilagott út.

Bjørn Samuelsen vísti eisini til nakrar av viðmerkingunum til uppskotið, sum hon helt vera rættiliga viðkomandi m.a. at krøvini um, at oljufeløgini skulu gjalda til ymiskar verkætlanir. Oljuvinnufelagið tekur undir við, at árliga gjaldið verkætlanir av týdningi fyri framtíðar kolvetnisveiting og menning av føroyskum vinnuførleikum hækkar og skjýtir upp at hækka upphæddina í uppskotinum úr 100.000 til 150.000 kr. Felagið vísir á, at hóast vit ikki funnu olju í rakstrarverdum nøgdum, so hevur øll vinnan, sum er rundan um oljuna, ment seg rættiliga nógv, og tað haldi eg er sera umráðandi at hava við, tá vit umrøða hetta málið, nevniliga at førleikarnir á sjógvi og landi í mun til oljuvinnu- og offshoretænastur hevur ment seg ótrúliga nógv.

Týdningarmikið at menna vinnuna
Vit hava fingið fleiri hundrað fólk, sum hava ymiskar førleikar á økinum. Tað er ikki so langt síðani, at vit høvdu ein boripall inni á Skálafjørðinum til umvælingar. Vit hava okkara FAS-skipan, sum vit fegin vilja fáa til at blíva verandi og sum partvíst er eydnast til at blíva meira enn hon var. Vit hava alla offshorevinnuna við frálandsreiðaríinum Skansi og Thor, har eru tyrlutænastur, vit hava flogfør. Vit hava í veruleikanum tann útbúnaðin og tað fólkið við teimum røttu førleikunum, sum kunnu veita eina góða tænastu. Tí haldi eg tað er rættiliga týdningarmikið at halda fast í tí, at man í øllum hesum tonkunum alla tíðina skal hugsa um at menna føroyska vinnu, soleiðis at vit eru tilreiðar at taka ímóti oljuvinnuni. Tað er flott at hava klárað tað, havandi í huga, at tað ikki kom nøkur olja upp í rakstrarverdum nøgdum.

So vit hava eina vælútbygda tænastuvinnu, og hon kann útbyggjast enn meira. Í slíkum nýggjum útbjóðingarumførum eiga vit at gera tað vit kunnu fyri at halda hondina undir hesi menning og styrkja ta vinnuna enn meira. Tað haldi eg er ómetaliga týdningarmikið. Og tað haldi eg eisini liggur í kortunum.

Avgjøld viðgerast nágreiniliga í Vinnunevnd
Bjørt Samuelsen nam eisini við viðmerkingar frá FOÍB, Føroya Oljuídnaðarbólki, sum m.a. mælir til at avtaka royalty og lækka partafelagsskattin.

”Tað er eitt kjak vit skulu taka upp í Vinnunevndini. Sjálv bleiv eg eitt sindur ivasom, tá eg læs hetta. Eg gangi út frá, at um so er – og tað er ein leikkona, sum tosar - so eg dugi ikki at siga, um tað er skil í teimum tonkunum. Um oljufeløgini taka avgerð um at bora í Føroyum, tí tey trúgva uppá, at tað er skilagott, so verður tað ikki tað, sum koppar avgerðina annan ella hinvegin. Men tað kann vera, at onkur kann sannføra meg øðrvísi. Partafelagsskattturin er 27%. Vit hava jú ein av heimsins lágu partafelagsskattum annars fyri vinnufyritøkur við 18%, sum er lágt samanborið við flestu lond í okkara parti av heiminum. So kan man kjakast um, um oljufeløgini eisini skulu hava ein partafelagsskatt uppá 18%. Tað er í hvussu er eitt øgiligt lop úr 27 niður á 18%. Um man skuldi havt eitt millumting, tað gangi eg út frá, at landsstýrismaðurin og onnur hyggja uppá.

So tann parturin um hvussu stóran týdning tað hevur at gera seg meira eggjandi ella lokkandi í mun til tey avgjøld og skattir, sum eru galdandi, tað dugi eg ikki at gjøgnumskoða. Tað mugu vit fáa fleiri fólk við innliti í tað økið inn í Vinnunevndina til at siga sína hugsan um. Eg haldi at hetta er nakað vit mugu fara í djúpdina við í Vinnunevndini,

Framsøgukvinnan hjá Tjóðveldi kundi eisini hugsað sær at fingið meira at vita frá landsstýrismanninum um hetta við basaltknútinum, tann avbjóðingin, sum tykist vera sera stór fyri at bora í tí føroyska økinum. Hvussu nógv nærri er man eini loysn at loysa tann knútin við tí vitan man hevur bygt upp seinastu árini. Tað er umrøtt her, men eg kundi hugsað mær, at vit fingu tað greinað nærri.

”Tjóðveldi fer at geva hesum málinum eina góða og seriøsa viðgerð í Vinnunevndini. Vit gleða okkum at fara í gongd við at viðgera olju. Tað er nokkso langt síðani seinast,” segði Bjørt Samuelsen.