Føroyski sendimaðurin í London, Áki Johansen verður millum sendimenninar, sum høvi verður at hoyra í Vinnuhúsinum 16. mars. Her heilsar Áki Johansen uppá Louis Wilson, frá FOÍB á tiltaki fyri oljufeløg í London.

Føroysku sendimenninir á felags tiltaki í Vinnuhúsinum


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

06.03.2017 - 14:42

Oljan >


Vinnuhúsið og Uttanríkis- og vinnumálaráðið skipa í felag fyri útflutningstiltaki í Vinnuhúsinum hósdagin 16. mars kl. 14-17 skrivar Vinnuhúsið á síni heimasíðu. 

Á tiltakinum verða framløgur um ymisk evni av áhuga fyri føroyskar útflutningsfyritøkur, eitt nú um hvørja ávirkan Brexit kann fáa fyri føroyskan útflutning og um útflutning til nýggjar marknaðir. Føroysku sendifólkini í ES, Russlandi, Onglandi, Íslandi og Danmark leggja fram um virksemið hjá sendistovunum, og um møguleikar fyri føroyskan útflutning og vinnulív. Harumframt leggur umboð fyri Uttanríkis- og vinnumálaráðið fram um ætlanirnar á handilsøkinum í 2017.

Tiltakið er ókeypis fyri limir í feløgunum í Vinnuhúsinum, men boðast skal frá luttøku á industry@industry.fo í seinasta lagi mikudagin 15. mars kl. 14.