Framtíðar norska oljan finst í Barentshavinum


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

16.04.2017 - 10:10

Oljan >


Ein meting, sum norska “Oljedirektoratet” hevur gjørt fyri samlaðu fjaldu goymslurnar av olju og gassi á norska landgrunninum, vísir, at 50% eru at finna í undirgrundini í Barentshavinum. Uppgerð frá stovninum vísir, at tilsamans eru 90 milliardir tunnur av olju og gassi í norsku keldunum tvs. bæði teimum, sum eru funnar og teimum, sum enn liggja goymdar.

Mest áhugaverdu økini eru har norðuri í Barentshavinum og nær markinum til Rusland. Sambært stovninum ætla Statoil, Lundin og Eni at bora 13 leitibrunnar í økinum har norðuri í 2017. Í Norðsjónum skulu borast 10 brunnar og í Norskahavinum 5.