Franska oljufelagið Total kennir seg hótt av Trump


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

16.05.2018 - 19:32

Oljan >

Avgerðin hjá Trump forseta at taka USA úr kjarnorkuavtaluni við Iran er við at seta álvarsligar kílar í tað annars góða samstarvið millum Europa og USA. Trump stjórnin hevur boðað frá, at sanktiónir verða settar í verk aftur móti Iran. Um so er at ES ella fyritøkur í Europa ikki fylgja hesum sanktiónum, kann hetta fáa álvarsligar fylgjur fyri Europa. Nýggi trygdarráðgevin hjá Trump, John Bolton, segði í vikuni í samrøðu við sjónvarpsstøðina CNN, at tað er ikki ómøguligt, at USA fer at krevja av europeiskum fyritøkum, at tær eisini fremja boykott móti Iran, og tað merkir, at allar avtalur hesar hava við Iran skulu uppsigast. Tað kann hava við sær álvarsligar fíggjarligar avleiðingar bæði fyri einstøku fyritøkurnar men eisini fyri alt ES samveldið sum heild.

Óvanliga støðan hevur nú fingið leiðsluna í einum av heimsins størstu oljufeløgum, franska Total, at krevja av Trump stjórnini, at fyritøkan fær greitt at vita, um USA ætlar at tað skal fáa avleiðingar fyri felagið, heldur tað fram við samvinnu og íløguvirksemi sínum í Iran. Tað er nevniliga so, at Total arbeiðir um allan heimin, og nærum allar peningaflytingar hjá felagnum fara gjøgnum amerikanskar bankar. Um USA ger álvara av síni hóttan, so kann framhaldandi virksemi hjá Total í Iran rætt og slætt steðga felagnum at virka kring heimin.

Um sama mundi hevur ovasti leiðarin í ES, Donald Tusk í dag verið á røðarapalli og lýst støðuna millum USA og Europa sum kanska eina ta ringastu í søguni. Europearar kenna seg sviknar av amerikanska forsetanum, nú hann í fleiri førum hevur sagt upp avtalur, sum USA annars sjálvt hevur verið við til at fáa í lag.

Tíðindamaðurin hjá DR 2 í Bruxelles segði seinnapartin, at ongantíð tey 30 árini hann hevur arbeitt í ES, hava viðurskiftini millum Europa og USA verið so ring sum nú. Sjálvur roknar hann við tí versta, sum kann fara at henda millum heimspartarnar báðar, nevniliga eitt veruligt handilskríggj.

Í kvøld fara leiðararnir í ES londunum at viðgera aktuellu støðuna millum Europa og USA í bulgarska høvuðsstaðnum Soffia.