Stena Don á Nólsoyarfirði í 2006. Nú skal hann bora í grannalagnum. Mynd Jan Müller

Franski gassrisin Total fer at bora eystan fyri føroyska markið


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

28.04.2018 - 15:28

Oljan >

Neyvan hevði nakar roknað við, at tveir av kendastu boripallunum frá føroyska leitiævintýrinum nøkur ár herfyri, aftur skuldu vera til arbeiðis um okkara leiðir, tó í hesum førinum í okkara næsta grannalag, á bretska landgrunninum. Í næsta mánaða verða nevniliga tveir boripallar, sum eru einki minni enn tveir gamlir kenningar frá leitingini á føroyska landgrunninum, til arbeiðis hinumegin markið, nevniliga West Hercules, sum allir føroyingar minnast so væl frá umvælingini á Skálafirði, og nú eisini Stena Don, sum serstakliga havnarfólk minnast frá tíðini hann lá á Nólsoyarfirði.

Menna gassframleiðslu

Í hesi vikuni boðaði oljufelagið Siccar Point Energy frá, at tað var farið undir at bora ein avmarkingarbrunn fáar kilometrar frá føroyska markinum. Hesin brunnurin skal rudda slóð fyri eini útbygging av stóru Cambo oljukelduni. Nú boðar so enn eitt av stóru olju- og gassfeløgunum, franska Total frá, at tað hevur gjørt avtalu við borifelag um leigu av palli at bora Glendonach leitimiðið, sum er mett at goyma stórar nøgdir av gassi. Tað liggur sunnan fyri gasskelduna Edradour, sum herfyri varð útbygd og bundin í gassrørleiðingina frá Laggan Tormore og inn til Hetlands.

Pallurin Stena Don skal undir hesa uppgávuna longu í mai og fer tað at taka 3-4 mánaðir at bora brunnin. Flestu okkara minnast ta serstøku løtuna leygarmorgunin 8. juli 2006, tá bæði nólsoyingar og havnarfólk vaknaðu upp til ein óvanliga sjón. Ein ristastórur boripallur var komin inn á fjørðin.

Boringin nú er partur av ætlanunum hjá franska gassrisanum at menna møguleikarnar fyri gassframleiðslu í hesum partinum av Atlantsmótinum. Tað ljóðar eisini, at Total, sum í fjør stóð fyri eini umfevnandi seismiskari kanning eystan fyri markið við heimsins størsta seismikkskipi, sum brúkti Fuglafjørð til veitingarhavn, hevur ætlanir um útbyggingar av hesum økinum teir rópa ”Southern Gas Area”. Total hevur fleiri loyvi skamt frá føroyska markinum. Og í løtuni bíðar felagið eftir úrslitinum av 30. útbjóðingini á bretska landgrunninum, har teir helst fara at fáa fleiri nýggj loyvi eystan fyri markið.

Nú vit umrøða bretska gassævintýrið vestan fyri Hetland, so er ljóskastarin eisini settur á enn eitt gassøki, sum liggur longu norðari, eisini nevnt ”Northern Gas Area”. Har fer felagið Siccar Point saman við felagnum Ineos at bora ein leitibrunn á Lyon gassleiðini í summar. Ætlanin er at fara undir eina útbygging av hesum spildurnýggja gassøkinum eystan fyri markið. Har eru longu gjørd fleiri smærri fund, sum skulu bindast saman í eini kjarnu, Tobermory, Gragganmore og Bunnehaven.

Herfyri frættist annars frá BP, at tað fer at útbyggja oljuleiðina Alligin, sum liggur vestan fyri oljukelduna Foinaven, skamt frá føroyska markinum. Aftrat hesum eru tvær útbyggingar í gongd vestan fyri Hetland, Clair Ridge fyri norðan og Lancaster fyri sunnan. 

Nærkast Føroyum

Vit eru sostatt í hesum døgum vitni til, at stór olju- og gassfelag leggja grundarlag undir menning og útbygging av bæði olju- og gassfundum skamt frá føroyska markinum. Aftrat hesum longu nevndu er kemur so eisini avgerðin um at útbyggja stóru oljukelduna Rosebank, sum liggur beint við markið. Vit kunnu við hesum bara staðfesta, at olju- og gassvirksemið í næsta grannalag er í stórari menning. Og í hesum sambandi ber eisini til at gita, at hetta fer so ella so fyrr ella seinni at fáa týdning fyri oljuleiting føroysku megin markið.