Fyrireika at flyta Brent Bravo oljupallin til lands aftur


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

21.05.2017 - 14:35

Oljan >

Eitt av heimsins størstu oljufeløgum, Shell, heldur fram við ætlanum sínum at taka niður gamlar oljupallar, sum ikki eru í framleiðslu longur. Herfyri kundu vit fylgja við, meðan heimsins størsta skip, Pioneering Spirit, lyfti upp 24.000 tons tunga pallin Brent Delta í Norðsjónum og flutti hann til lands í Bretlandi, har hann nú verður upphøgdur til endurnýtslu. Hetta er bara tann fyrsti av fleiri pallum hjá Shell, sum skulu takast niður. Shell eigur fýra pallar á Brent oljuleiðini har norðuri í Norðsjónum, sum nú hava tænt sína tíð sum oljuframleiðarar. Pallarnir, Brent Delta, Brent Alpha, Brent Bravo og Brent Charlie vórðu tiknir í brúk fyri góðum 40 árum síðani. Nú verða so teir tríggir tiknir niður, meðan ein av pallunum, Brent Charlie, fer at halda fram við framleiðslu í nøkur ár aftrat.

Eftir væleydnaðu niðurtøkuna og flutningin herfyri av Brent Delta, verður nú arbeitt við at fara undir at flyta Brent Bravo. Stóra fyritøkan Wood Group hevur fingið uppgávuna at taka sær av pallinum m.a. tá hann kemur til lands í næstum.

Søgan um Brent oljuleiðina er rættiliga einastandandi. Oljukeldan varð funnin í 1971 og varð byrjanin til bretska oljuævintýrið í Norðsjónum. Tá varð mett, at oljan fór at vara í 25 ár. Nú eru meira enn 45 ár síðani, at keldan varð funnin og enn framleiðir ein av pallunum, Brent Charlie. Framleiðslan higartil hevur givið 100 mia. kr. í skatti til bretsku stjórnina. Framleiðslan higartil er uppá 3 mia. tunnur. Tá framleiðslan varð uppá tað mesta framleiddu pallarnir eina hálva mill. tunnur um dagin.

Nú Wood Group hevur fingið uppgávuna at taka pallin sundur kemur tað væl við hjá umleið 150 starvsfólkum. Hesi arbeiða so eisini við at taka sundur fyrsta pallin, Brent Delta. Báðir pallarnir verða fluttir til serútgjørdu havnina hjá Able í Hartlepool í Teesside í Bretlandi.

Decommissioning, sum niðurtøka av pallum verður kallað, verður mett at gerast ein týðandi vinna mongu komandi árini. Eisini føroyskar fyritøkur hava víst hesum nýggja vinnumøguleikanum ans. M.a. verður fylgt væl við gongdini í okkara grannalondum fyri at vita, hvat vit kunnu læra av teimum og hvussu farast kann undir eitt meira miðvíst samstarv, nú Føroyar hava fleiri havnir, sum kunnu átaka sær slíkar uppgávur eisini.

Kelda: Energy Voice