West Hercules, sum boraði í Føroyum nøkur ár herfyri, verður nú aftur at síggja í grannalagnum, har hann skal bora tveir brunnar.

Fyrireika nú tvær oljuboringar nær føroyska markinum


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

04.01.2018 - 13:54

Oljan >

Oljufelagið Siccar Point, sum í fjør keypti allar olju- og gassognirnar hjá oljufelagnum OMV og harvið eisini fleiri olju- og gasskeldur skamt frá føroyska markinum, sigur í eini fráboðan, at tað nú er við at gera endaligu fyrireikingarnar til at bora á Lyon leitimiðinum har norðuri á bretska landgrunninum vestan fyri Hetland. Í eini umhvørvisfráboðan sigur felagið, at boripallurin West Hercules, sum boraði á føroyska landgrunninum nøkur ár herfyri, fer at bora brunnin 208/2-A í blokkinum 208/2 á einum havdýpi uppá 1444 metrar í Føroyar-Hetlands-rennuni. 

Málið við boringini er at avgera, hvar og hvussu djúpt sandur liggur í undirgrundini og tjúkdina á honum. Talan er um Balder-Flett formatiónina. Jarðfrøðingarnir hjá Siccar Point halda, at tað í høvuðsheitum er gass í undirgrundini men eisini nakað av condensati. Boringin fer eftir øllum at døma at byrja seinast í mai. Sjálv boringin fer niður á 2,666 metrar. Um boringin er væleydað er ætlanin eisini at skjóta seismikk í holinum og at gera eina sonevnda brunnroynd. Siccar Point hevur annars eina útbyggingarætlan á tekniborðinum við Lyon gassleiðini sum kjarnu, sum aðrar smærri gasskeldur í grannalagnum síðani kunnu binda í. Við hesum verður tann næsta gassleiðin vestan fyri Hetland (og eystan fyri føroyska markið) veruleiki. Hin er Laggan Tormore, sum varð tikin í brúk í 2016.

Siccar Point hevur eisini leigað boripallin West Hercules til enn eina boring. Hon byrjar 1. apríl á Cambo oljukelduni fáar kilometrar frá føroyska markinum. Endamálið við tí boringini er at gera klárt til eina útbygging av Cambo oljukelduni, sum tá vil gerast tann framleiðandi oljuleiðin vestan fyri Hetland, sum liggur næst Føroyum. Beint norðan fyri hesa kelduna liggur oljukeldan Rosebank, sum helst eisini fer at verða útbygd til framleiðslu.