Fyrrverandi Statoil-stjóri helst nevndarformaður í Novo Nordisk


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

01.02.2018 - 15:32

Oljan >

Millum føroyingar er hann mest kendur sum norski oljustjórin, ið setti føroyska oljuleiting á breddan. Hann var stjóri í stóra norska oljufelagnum Statoil frá 2004 til 2014, tvs.tey árini Statoil boraði ikki færri enn tríggjar brunnar á føroyska landgrunninum. Helge Lund er nú skotin upp til starvið sum nevndarformaður í eini tí størstu fyritøkuni í Norðurlondum, Novo Nordisk. Frammanundan er hann nevndarlimur har. Væntandi verður Helge Lund valdur á aðalfundinum í mars.

Helge Lund var ein av teimum útlendsku oljustjórunum, sum øll tey fyrstu leitiárini trúði mest uppá føroysku oljuna. Tað var við honum sum stjóra, at Statoil brúkti fleiri milliardir kr. uppá leitingina her í Norðuratlantshavi. Ta tíðina var eisini stjórin í føroysku deildini av Statoil, Rúni M. Hansen ein av næstu monnunum hjá Helga Lund, sum m.a. gav fuglfirðinginum ábyrgdina av virkseminum hjá Statoil í Arktis, umframt Føroyum og Grønlandi.

Helge Lund tók við sum stjóri í oljufelagnum BG Group eftir tíðina í Statoil men fór frá aftur, tá Shell keypti felagið. Síðani hevur hann røkt fleiri nevndarsessir eitt nú í Schlumberger, ið er millum heimsins størstu veitingarfeløg til oljuvinnuna. Hann er eisini nevndarlimur í føroyska Tjaldur.

Kelda: Hegnar.no og E24