Fyrsti stóri oljupallurin komin aftur til lands í Bretlandi


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

17.05.2017 - 12:54

Oljan >


Tað skuldu ganga góð 40 ár frá tí, at spildurnýggi oljupallurin Brent Delta, fór av bakkastokki við kós móti Norðsjónum, til hann aftur kom til lands fyri at verða upphøgdur. Alt gekk eftir ætlan við hesi veruligu fyrstu stóru niðurtøku av einum oljupalli. 24.000 tons tungi pallurin varð lyftur umborð á heimsins størsta skip, Pioneering Spirit og síðani siglur til lands í Bretlandi. Í farnu viku varð lagt at landi, og pallurin varð fluttur inn á serútgjørdu keiina og havnina í Teesside, har arbeiðið at taka hann sundur er byrjað.

Hetta er fyrsti av fýra pallum á Brent oljuleiðini, sum verður fluttur til lands at verða tikin sundur. Decommissioning er seinasta liðið í livitíðini hjá einum oljupalli. Longu frá byrjan verður peningur settur av til henda partin av eini oljuútbyggingarætlan. Tað er Shell, sum er fyristøðufelag og sum tískil hevur ábyrgdina av at fáa pallarnar burturbeindar og tiknar sundur aftur. Og nógvur peningur og nógv arbeiðspláss fylgja við. Mett verður at ein nýggj vinna er við at taka seg upp í hesum sambandi. Og í hesum førinum er tað bretska fyritøkan Able, sum hevur fingið sáttmálan at taka pallin sundur við tí fyri eygað at endurbrúka alt tilfarið.

Nú verða so fyrireikingar gjørdar at flyta tann næsta av pallunum, Brent Bravo.