Bjarni Hammer, løgtingsmaður heldur tað er avgerandi, at vit gera Føroyar so lokkandi tilber, fyri at kveikja áhugan aftur hjá oljufeløgunum. Mynd Jan Müller/oljanf.fo

Gera Føroyar lokkandi fyri at kveikja áhuga hjá oljufeløgum


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

10.03.2017 - 12:47

Oljan >

”Øll loyvi eru latin innaftur, og tí er altavgerandi, at vit gera eitt munandi arbeiði fyri at gera økið kring Føroyar so lokkandi sum gjørligt fyri at kveikja áhugan aftur hjá oljufeløgunum. Og tað havi eg skilt, at landsstýrismaðurin ætlar,” segði Bjarni Hammer, løgtingsmaður undir 1. Viðgerð av lógaruppskoti til nýggja oljuleiting.

Oljuleiting fær okkum aftur at merkja oljufepurin

Tað var javnaðartingmaðurin og formaður í Vinnunevndini, Bjarni Hammer, sum legði fyri, tá uppskot til løgtingslóg um 4. útbjóðing varð til 1. viðgerð á tingi mikudagin. Hann segði m.a.:

”Tá man hoyrir um oljuleiting, so merkir man aftur oljufepurin. Vit væntaðu at finna olju eftir, at oljuleitingin byrjaði eftir aldarskiftið, og vit bíða enn. Men fyrr ella seinni man tað fara at eydnast at finna onkra oljukeldu við Føroyar, sum er verd at framleiða úr,” segði Bjarni Hammer og greiddi síðani frá uppskotinum til nýggja útbjóðing á landgrunninum. Hann vísti á, at hetta uppskotið ásetir sambært upprunauppskotinum frá 1998 um kolvetnisvirksemi, hvørji øki verða boðin út og tær almennu treytirnar, sum skulu setast til hetta 4. útbjóðingarumfarið til leiting og framleiðslu.

Fyri at halda gongd í virkseminum metir Jarðfeingi, at tíðin er komin til at byrja uppá 4. útbjóðingarumfarið. Og harvið eisini at halda fram við at troyta teir vinnuligu møguleikarnar við kolvetnisleiting í Føroyum. Tí er hetta uppskot lagt fyri løgtingið.

Landsstýrismaðurin hevur gjørt tilfarið klárt, og tað er hann, sum veitir loyvini. Tey feløg, sum fáa loyvi, skulu lúka nakrar ávísar treytir, t.d. at tey hava ymsar royndir og førleikar til økið, og fíggjarorkan skal sjálvandi vera í lagi. Tað skal eisini takast hædd fyri fiskiskapi og sigling, sum náttúrliga er har á leiðini. Samstundis sum hetta útbjóðingarumfarið verður boðið út fyrireikar landsstýrismaðurin bæði tað 5. og 6. útbjóðingarumfarið. Hetta verður gjørt fyri at vera úti í góðari tíð, soleiðis at møgulig leitingarfeløg kunnu leggja virksemið til rættis í longri tíðarskeið fram.

Bjarni Hammer vísti síðani á oljuleititilgongdina higartil, har trý útbjóðingarumfar hava verið hildin. Tað fyrsta var í 2000, tá sjey loyvi vórðu latin. 2. Útbjóðingarumfarið var í 2004/05, og tá vórðu eisini sjey loyvi latin. 3. útbjóðing var í 2008, og tá vórðu latin trý loyvi , og í 2008 vórðu latin tvey loyvi í eini ”open door” útbjóðing, har feløg sjálvi venda sær til landið og biðja um loyvi at leita inni á einum ávísum øki, sum er bjóðað út fyrr.

Hægri oljuprísur jaligur fyri leiting

”Í fyrsta umfari var áhugin sera stórur, serliga tí at stórir oljubrunnar vórðu funnir beint eystan fyri markið. Føroyingar flest vórðu tá eisini sera spentir , tí flest øll væntaðu tað veruliga stóra oljuævintýrið, sum skuldi ríka Føroyar. Av tí at einki er funnið enn hevur áhugin verið minkandi síðani. Føroyaøkið hevur víst seg at vera meira trupult at leita í enn aðraataðni, av tí at leitingin oftani er á djúpum sjógvi, veðrið er sum vera man ein stór avbjóðing, og so eru tað basaltfláirnar, sum hava verið ein nógv størri avbjóðing fyri allar Føroyar. Avbjóðingarnar gera tað tí nógv dýrari at leita enn aðrastaðni í heiminum. At oljuprísurin hevur verið so lágur seinastu árini hevur tikið burtur tann seinasta áhugan at leita í Føroyum. Ikki bara í Føroyum men eisini aðrastaðni kring heimin er munandi minking í leitingini eftir kolvetnum. Tað er tó at gleðast um, í hvussu er hjá oljufeløgunum, at oljuprísurin er kvinkaður eitt sindur upp í hvussu er ta seinastu tíðina og møguliga fer at venda neiligu gongdini at leita við Føroyar eisini.

Vit síggja, at varandi orkukeldur alla staðni vinna fram. Herfyri var frammi, at Føroyar skulu gevast við oljuleiting og heldur marknaðarføra seg sum eina grøna tjóð. Eg eri ikki heilt samdur. Eg haldi báðir møguleikar skulu troytast. Føroyar eru ein grøn tjóð, men vit hava møguliga eisini eitt stórt ríkidømi inni á økinum við kolvetnti, og tað haldi eg vit skulu troyta.”

Økið, sum verður boðið út, er næstan 32.000 ferkilometrar til støddar. Tað er eystan fyri Føroyar, í ein útsynning. Bjarni Hammer greiddi síðani frá fleiri av teimum treytunum, sum vera galdandi fyri oljufeløg, sum vilja leita her.

Hann vísti á, at um alt økið verður leigað út í 16 ár, so vildi tað givið til landskassan 1,2 mia. kr. men helt ikki tað vera realistiskt.

Verður kolvetni funnið verður goldið eitt framleiðslugjald uppa 2% av søluvirðinum. Eisini kemur framleiðslan undir partafelagsskatt uppá 27%. Inntøkurnar frá leitingini fram til 2007 hava verið umleið 110 mill. kr. 63 mill í skattainntøkum, 32 í víddargjøldum og 17 frá seismikki ol. Aftrat hesum kemur tað nógva avleidda virksemið, sum hevur verið frá leitingini.

Fyri at lætta um umsitingina hjá teimum feløgum, sum vilja leita her, so er tann broytingin gjørd í loyvistreytunum, at útlendingar, sum skulu gjalda skatt í Føroyum, ikki skulu gera tað fyrr enn eftir at hava verið í 30 dagar á føroyskum øki.

9 brunnar givið holla vitan

”Hóast tað eru gingin 16 ár síðani, at tey fyrstu loyvini vórðu latin at leita eftir og framleiða olju, so er tað ikki eydnast at finna kolvetni í rakstrarverdum nøgdum enn. 9 boringar eru gjørdar higartil, og tað hevur givið eina holla vitan. Tað er staðfest, at tað er ein virkin kolvetnisskipan í tí føroyska økinum. Spurningurin er so, hvar hesar vakstrarverdugu nøgdirnar eru at finna. Tað er einans við stórari servitan og stórari fíggjarorku, at tað ber til at svara hesum spurningi. Men sum vera man er áhugin lítil í løtuni. Øll loyvi eru latin innaftur, og tí er altavgerandi, haldi eg, at vit gera eitt munandi arbeiði fyri at gera økið kring Føroyar so lokkandi sum gjørligt fyri at kveikja áhugan aftur hjá oljufeløgunum. Og tað havi eg skilt, at landsstýrismaðurin ætlar.”

Uppskotið hevur verið til hoyringar hjá Oljuvinnufelagnum, Føroya Olju- og ídnaðarbólki (FOÍB) og Fíggjarmálaráðnum, sum øll eru jalig. Bjarni Hammer vísti til fleiri av tilmælunum, sum eitt nú FOÍB er komið við, ið hann helt vera áhugaverd og fara hesi at verða viðgjørd í Vinnunevndini. Hann vísti her m.a. til at taka av gjøld og at minka partafelagsskattin úr 27% niður á 18%.

”Alt í alt er hetta ein gongd leið, og eg haldi, at landsstýrismaðurin ger rætt í at gera útbjóðingartilfarið klárt nú og eisini tað 5. gg 6. við. Vónandi kann lív kveikjast í aftur eina vinnu, eisini fyri føroyskar aktørar, sum var sera spennandi og gevandi bæði fyri landið og fólkið tann tíð hon stóð uppá. Tíðin og áhugin, sum var í ár 2000, tá fyrstu loyvini vórðu latin, er ikki tann sama, sum hon er í dag. Og hon kemur nokk ikki aftur fyrr enn onkur finnur kolvetni, ið eru verd at taka upp. Men vónandi verður áhugin fyri at leita birtur aftur við hesum 4. Útbjóðingarumfarinum,” segði Bjarni Hammer, tá hann greiddi frá uppskotinum til 4. útbjóðing.

Kári P. Højgaard, tingmaður sáddi iva um, hvussu lukrativar vit eiga at gera treytirnar í Føroyum og spurdi Bjarna Hammer um hetta.

Bjarni Hammer helt fyri, at vit eiga at gera tað so lætt sum møguligt fyri at kunna bjóða, tí áhugin í løtuni er so lítil at leita kring heim og við Føroyar serliga, tí tað er so dýrt og trupult og tí møguleikarnir fyri at finna eru ikki so stórir júst nú. ”Eg haldi tí, at vit eiga at gera, hvat vit kunnu fyri at gera tað so lokkandi sum møguligt, og so heldur at fáa nakað innaftur seinni, tá nakað er funnið."