Fitt av oljufólki luttóku á kunnandi tiltaki í Travellers Club í London, sum Jarðfeingi skipaði fyri í farnu viku. Mynd Jan Müller

Góð byrjan í London: Áhugi er fyri at leita eftir olju í Føroyum


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

29.06.2017 - 13:56

Oljan >


Mikudagurin 21. juni kann gerast ein lagnudagur – eitt týðandi vegamót – í føroyskari oljusøgu. Henda dagin lýddu umleið 40 fólk umboðandi umleið 15 altjóða oljufeløg og oljufyritøkur á, meðan fakfólk frá Jarðfeingi løgdu fram nýggjastu vitanina um føroysku undirgrundina – ein vitan, sum stjórin á Jarðfeingi vónar, fær oljufeløg til at leggja inn boð og gerast partur av 4. útbjóðingini til oljuleiting á føroyska landgrunninum. Ein vitan, sum varpar nýtt ljós á føroysku undirgrundina. 

Stóru oljufeløgini við

Har vóru fleiri av heimsins størstu oljufeløgum, eitt nú ExxonMobil, Shell og BP. Og har vóru eisini onnur stór oljufeløg so sum ENI, Repsol og CnoocNexen fyri bert at nevna nøkur teirra. At hesi feløgini høvdu valt at senda umboð til kunnandi tiltakið hjá Jarðfeingi um føroyska oljuleiting, sum varð hildið í einum av teimum elstu og mest forkunnugu plássunum í London, ”Travellers Club”, merkir í útgangsstøðinum sjálvandi ikki, at tey longu hava tikið endaliga støðu til at vera partur av komandi føroysku oljuleitingini. Men tað merkir tó, at tey vísa útbjóðingini áhuga og vilja vita meira um, hvat hon hevur at bjóða.

Tiltakið, sum upprunaliga varð ætlað at vera hildið í Føroyum, varð flutt til London, tí mett varð, at tað har fór at fáa størri undirtøku, nú flestu av oljufeløgunum halda til júst í bretska høvuðsstaðnum. Og so varð. Føroyar hava sendistovu í London, og tí var lagamanni at fáa føroyska sendiharran í Bretlandi, Áka Johansen, at bjóða oljufólkunum vælkomnum. Eftir tað tók stjórin á Jarðfeingi, Niels Christian Nolsøe, orðið og greiddi frá endamálinum við tiltakinum og annars frá 4. útbjóðingini og støðu Føroya í oljuhøpi. Eftir tað løgdu fleiri av jarðfrøðingunum hjá Jarðfeingi og eisini umboð fyri útlendska ráðgevarafyritøku fram nýggja og kollveltandi vitan um føroysku undirgrundina og um líknandi øki aðrastaðni eisini.

Elefantar í føroysku undirgrundini

Kjarnin í hesum framløgum varð,  at tað  kann loysa seg at gera íløgur í leiting í føroyskum øki, nú nýggjasta vitanin um undirgrundina bendir á, at her kunnu fjala seg stórar olju- og gasskeldur, ið ikki standa aftanfyri tær, ið eru funnar í grannalagnum, á bretskum øki eystan fyri føroyska markið. Róð varð á tiltakinum framundir, eitt nú í vælkomurøðuni hjá Jarðfeingisstjóranum, at tað uttan iva goyma seg risastórar keldur, eisini á oljumáli nevndar elefantar, í undirgrundini. Tað ræður um at finna teir og vekja teir úr dvalanum, og tað megna bert oljufeløg við fíggjarligari styrki og tøkniligari vitan.

Ein niðurstøða eftir tiltakið var, at til ber at siga, at áhugi er fyri at leita eftir kolvetnum í Føroyum, hóast tey trý undanfarnu leitiumførini ikki hava givið nóg nøktandi úrslit. Ta niðurstøðuna tekur stjórin á Jarðfeingi, Niels Christian Nolsøe, undir við.

”Vit vóru væl nøgd við uppmøtingina til tiltakið, tá hugsað verður um, hvussu torført tað er at fáa feløg at møta til slík tiltøk í løtuni. Prátini, vit høvdu við feløgini, vísa, at tað heilt greitt er áhugi fyri tí føroyska økinum,” segði Jarðfeingisstjórin við Útvarpið hjá KVF eftir tiltakið.

Marknaðarføra útbjóðing framhaldandi

Tiltakið í London er bara eitt av mongum, sum hava havt til endamál at varpa ljós á møguleikan at leita eftir olju í Føroyum. Og eftir umstøðunum hepnaðist hetta væl, heldur Jarðfrøðisstjórin fyri.

”Vit hava marknaðarført tað føroyska økið nú í hálvtannað ár, og sum ein byrjan uppá sjálva útbjóðingina, sum lat upp 17. mai, so var hetta tiltakið veruliga gott. Vit eru væl nøgd við, at so mong oljufeløg vístu tiltakinum ans. Tað eru sjálvandi eisini fleiri viðurskifti, sum draga tann keðiliga vegin so sum, at oljuprísurin er lágur, og at tað ikki er nøkur framleiðsla í Føroyum í dag, tí tað hevði verið nógv lættari, um tað longu varð funnin olja og framleiðslan farin í gongd her. So talan er um eitt nýtt øki, og tað er eisini ein avbjóðing. Sæð í tí ljósinum, so haldi eg, at vit eru komin væl í gongd. Hetta hevur verið ein góð byrjan. Og vit fara at gera enn meira arbeiði at marknaðarføra útbjóðingina, áðrenn hetta umfarið letur aftur 17. februar næsta ár,” segði Niels Christian Nolsøe við Útvarpið.