Mynd: DOF Subsea

Gongur betri hjá frálandsreiðaríunum


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

24.02.2018 - 14:30

Oljan >


Sambært norskum miðlum so gongur tað móti ljósari tíðum hjá teimum annars hart raktu reiðaríunum í frálandsvinnuni. Raturnar fyri langtíðar sáttmálar fyri supplyskip í Norðsjónum liggja í februar tvífalt so høgt sum fyri einum ári síðani. Tað skrivar Clarksons Platou Securities.

Raturnar fyri frálandsskip, sum arbeiða í Norðsjónum, tykjast flyta seg uppeftir fyri fyrstu ferð í fleiri ár. Tað er fyri langtíðar sáttmálar. Dagraturnar á spotmarknaðinum fyri stytri tíð halda tó fram at vera á einum sera lágum støði.

"Eftir trý ár við trupulleikum á marknaðunum fyri frálandsskip, so eru langtíðarsáttmálarnir eitt lovandi momentum",  skriva Turner Holm og Hans Lund á Clarksons Platou Securities í eini nýggjari uppdatering, sambært tíðindaportalinum Hegnar.no.

Raturnar fyri stóru veitingarskipini frá byrjanini av 2017 vórðu uppá 7400 dollarar um dagin og við árslok vóru tær 27% hægri ella 9400 dollarar. Í endanum av februar í ár eru raturnar tvífalt so stórar sum fyri einum ári síðani.

Analytikarar siga, at sjálvt um raturnar á spotmarknaðinum eru hækkaðar við 30% í 2017, so eru tað langtíðarraturnar, sum standa fyri 80% av virkseminum hjá supplyvirkseminum í Norðsjónum og hava hesar tí grundleggjandi týdning fyri inntøkurnar hjá reiðaríunum.