Jan Müller
.(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Føroyska oljufelagið Atlantic Petroleum framleiddi í februar 62.000 tunnur av olju í teimum trimum keldunum Chestnut, Ettrick og Blackbird. Meðanframleiðslan var 2214 tunnur um dagin. Hetta sigur felagið í einum tíðindaskrivi. Í februar 2012 var framleiðslan 69.000 tunnur og í meðal 2379 tunnur um dagin. Samlaða framleiðslan í 2012 var 928.000, sum svarar til 2536 tunnur um dagin.
Næsta grein: Føroyar og Ísland vilja víðka samstarvið