Jan Müller
.(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Um sama mundið sum Brugdan 2 verður borað á føroyska landgrunninum, borar BP ein “líknandi” brunn hinumegin markið, vestan fyri Hetland.
Sett varð á at bora North Uist leitimiðið 26. mars, og framvegis verður borað. Mikudagin í hesi vikuni eru seks mánaðir, síðani byrjað varð at bora.
Sambært skotskum oljumiðlum hevur brunnurin nú kostað BP og hinum luttakandi oljufeløgunum, teirra millum føroyska Faroe Petroleum, eina milliard krónur.
Brugdan 2 verður eisini mettur at kosta eina milliard og taka 4-5 mánaðir at bora.
Spurningurin er í hvønn mun hesir báðir brunnarnir kunnu samanberast. Teir verða báðir boraðir líka langt frá markinum, Brugdan 2 á knappum 500 metra dýpi miðskeiðis millum Føroyar og markið og North Uist á 1200 metra dýpi miðskeiðis millum Hetland og markið.
Í báðum førum, skilst, verður borað gjøgnum tjúkkar basaltfláir.
Tað einasta vit hava frætt um boringina í Føroyum er, at tað hevur gingið væl at bora.
Neyvan er hetta galdandi fyri North Uist. Tað skilst, at tað hava verið stórar tøkniligar avbjóðingar, sum hava seinkað boringina. Eisini skilst, at BP – eftir vanlukkuna í Mexiko Flógvanum – er sera varið, og tað hevur við sær, at boringin eftir øllum at døma gongur seint.
Meðan sett varð á North Uist við Stena Carron boriskipinum 26. mars, byrjaði Brugdan 2 boringin við Cosl Pioneer boripallinum 17. juni. Hetta merkir, at boringin bretsku megin markið hevur tikið tvífalt so langa tíð. Vit kunnu bara gita um, hví tað hevur tikið so drúgva tíð at bora á bretska landgrunninum, men tað kundi bent á nógv basalt og tøkniligar avbjóðingar.
Vit kunnu rokna við einum úrsliti frá hesum báðum risastóru boriverkætlanum, sum hava stóran týdning fyri Atlantsmótið – økið millum Føroyar og Hetland - í oktober ella november.
Munurin millum brunnarnar er so eisini, at North Uist verður boraður í einum umhvørvi, har fund eru gjørd áður. Eingi oljufund eru gjørd í Brugdan 2 umhvørvinum, tó at úrslitið av Brugdan 1 boringini fyri seks árum síðani varð so mikið lovandi, at Statoil, ExxonMobil og Atlantic Petroleum gjørdu av at bora enn ein brunn í sama øki. Tað ljóðaði tá, at nógv gass var staðfest, har brunnurin endaði.
Loksins ber til at staðfesta, at við sínum tveimum milliardum krónum til tveir brunnar á Atlantsmótinum, verða Brugdan 2 og North Uist helst dýrastu brunnar, sum verða boraðir í hesum partinum av heiminum í ár. So stendur bara eftir at vita, um hesar stóru íløgur fara at varpa nýtt ljós á Atlantsmótið.
Vert er eisini at býta merki í, at í báðum førum eru føroysk oljufeløg við, og har eru eisini tvey av heimsins størstu oljufeløgum við.
Mynd
Kortið vísir teir báðar brunnarnar, Brugdan 2 á føroyska landgrunninum og North Uist á bretska landgrunninum.
Cosl Pioneer, sum borar Brugduna
Stena Carron, sum borar North Uist
Næsta grein: Oljustjórar í Løkshøll