Cairn hevur dálkað illa í Grønlandi

Jan Müller
.(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)

Hoyr grein

Printa

Viðmerkingar 0

oljan.fo » Innanlands Olja
Mikudagur 23. mai 2012 - 09:11



Skotska oljufelagið Cairn Energy hevur latið nógv umhvørvisskaðilig evni út í sjógvin, meðan felagið hevur borað eftir olju úti fyri Vesturgrønlandi. Sambært Politiken í dag verður málið mett so álvarssamt, at tað ørkymlar Danmarks Miljøundersøgelser.

Politiken skrivar, at talan er um kemiska evnið Ultrahib, sum er í tí sokallaða reyða flokkinum á altjóða listanum yvir skaðilig evni. Sagt verður, at boripallarnir tí í danska og tí norska partinum av Norðsjónum lótu góð 30 tons av evnum í reyða flokkinum út í sjógvin í 2009. Harafturímóti hevur Cairn Energy latið meiri enn 160 tons av slíkum evnum út í sjógvin í Vesturgrønlandi eftir bara tveimum árum - í 2010 og 2011.

Skjalainnlit, sum umhvørvisverndarfelagsskapurin Greenpeace hevur fingið, vísir, at Danmarks Miljøundersøgelser (DMU) metir málið so mikið álvarssamt, at stovnurin hevur gjørt av at kanna tað nærri. Stovnurin brúkar orð sum "kann ikki góðtakast" og "í stríð við altjóða avgerðir" um framferðina hjá Cairn Energy og krevur, at felagið gevst at brúka Ultrahib og brúkar onnur minni skaðilig evni ístaðin fyri.

-Trupulleikin er, at her er talan um evni, sum tað tekur langa tíð at bróta niður, og sum kunnu hópa seg upp í umhvørvinum. Vit vita ikki, hvussu evnið virkar yvir eitt longri tíðarskeið, sigur David Boertmann, sum er granskari hjá DMU og serfrøðingur í arktiskum umhvørvi.

Cairn tekur avleiðingarnar

Tað stóra útlátið hjá Cairn Energy hevur eisini vakt ans ímillum grønlendskar politikarar. Formaðurin í vinnunevndini hjá Landstinginum, Naaja Nathanielsen, úr IA, sigur við Politiken, at tað er vandi fyri, at grønlendingar kunnu fáa stórar trupulleikar við umhvørvinum.

-Gera vit ikki nakrar greiðar og strangar reglur fyri, hvussu nógv kemisk evni oljuvinnan kann lata út, kunnu vit fáa trupulleikar seinni, sigur hon við blaðið.

Grønlendska ráevnisstýrið, sum góðkennir borgingar í grønlendsku undirgrundini, hevur álagt Cairn Energy at skerja útlátið. Og tað ætlar felagið at gera, sigur Linda Bain hjá skotska felagnum við Politiken.

-Vit fara at leggja eina nýggja ætlan, sum skal lúka øll tey krøvini, sum Ráevnisstýrið og Danmarks Miljøundersøgelse hava sett okkum, sigur hon við blaðið.