Danir: Grønlendingar eiga undirgrundina

Jan Müller
.(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)

Hoyr grein

Printa

Viðmerkingar 0

oljan.fo » Arktis Olja Ráevni
Týsdagur 5. mars 2013 - 10:12



Hóast fleiri danskir politikarar hava havt hug at rógva uppundir, at danir hava eitt orð at siga í sambandi við ráevnisviðurskiftini í Grønlandi, eru nógv teir flestu donsku veljararnir av teirri áskoðan, at tað eru grønlendingar, sum eiga undirgrundina.

Tað vísir ein meiningakanning, sum Jyllands-Posturin hevur latið gera. Í henni siga 70,1 prosent av teimum spurdu dønunum, at tað var í lagi at lata Grønlandi rættin til landsins ráevni, tá sjálvstýrislógin kom í 2009. Bara 21,7 prosent halda, at avgerðin var skeiv.

Á tí politiska pallinum í Danmark er tað serliga Danski Fólkaflokkurin, sum hevur havt ilt við at viðurkenna, at tað eru grønlendingar, sum ráða yvir ráevnunum. Og flokkurin hevur eisini ilt við at viðurkenna úrslitið av kanningini hjá Jyllands-Postinum.

-Hetta kemur púra óvart á meg, og hetta er ikki í samsvari við tað, sum eg hoyri. Tá eg tosi við fólk, eru tey flestu í øðini um, at Danmark hevur latið Grønlandi rættin til ráevnini, sigur Søren Espersen, sum er Grønlands-framsøgumaður hjá Danska Fólkaflokkinum.

Kleist og Hammond fegnast

Teir báðir frermstu grønlendsku politikararnir, Kuupik Kleist og Aleqa Hammond, eru væl nøgd við, at ein so stórur partur av teimum donsku veljarunum taka undir við sjálvstýrislógini.

-Hetta var gleðiligt og væntandi. Ráevni hava staðið ovarlaga á breddanum í mong, mong ár, sjálvt um tað tykist, sum at teir donsku politikararnir júst eru vaknaðir úr tungum svøvni. Tað eru eftir øllum at døma nakrir, sum halda, at oljan rennur longu í gøtunum, og at øll her ganga við gullketum um hálsin, sigur Kuupik Kleist, landsstýrisformaður, við Jyllands-Postin.

Hann var undirtøku frá Siumut-formanninum:

-Tann vanligi danin tekur undir við, at vit í Grønlandi skulu hava ræðið á okkara egna tilfeingi, og bæði danir og vit hava eitt ynski um, at vit verða búskaparliga sjálvbjargin, sigur Aleqa Hammond við blaðið.