Faroe Petroleum víðkar virksemið vestan fyri Hetland

Jan Müller
.(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)

Hoyr grein

Printa

Viðmerkingar 0

oljan.fo » Innanlands Olja
Fríggjadagur 21. september 2012 - 08:19


Faroe Petroleum boðar frá, at felagið hevur keypt 10% av East Foinaven framleiðslueindini og 0,5% av oljuleiðingini “West of Shetland Pipeline System” frá Marubeni Oil & Gas (North Sea) Limited.
Keypsprísurin uppá US$32 mió, svarandi til kr. 184 mió, er roknaður frá 1. januar 2012, men endaligi keypsprísurin verður lægri, aftaná at dagføringar verða gjørdar, tá keypið verður endaliga avgreitt. Keypið verður fíggjað við reiðum peningi. Handilin er treytaður av góðkenning frá verandi loyvishavararum og myndugleikum.

Framleiðslueindin liggur á Atlantsmótinum, 190 km vestanfyri Hetland. Eindin liggur 7 km í ein landsynning frá høvuðsframleiðslueindini Foinaven, og 10 km í ein útsynning frá Schiehallion. BP er fyristøðufelag á hesum framleiðslueindunum.
East Foinaven varð funnið í 1995, og framleiðsla byrjaði í 2001. East Foinaven framleiðslueindin er útbygd við trimum framleiðslubrunnum og tveimum innspræningarbrunnum, og er íbundin Foinaven høvuðsframleiðslueindina við eini undirsjóvarleiðing.

Óheftir serfrøðingar meta, at parturin hjá Faroe Petroleum av oljutilfeinginum á East Foinaven, roknað frá 1. januar 2012, er 1,55 milliónir føt av olju og gassi. Bruttoframleiðslan fyri 2012 er mett til 3.500 tunnur av olju og gassi um dagin, svarandi til eina nettoframleiðslu til Faroe Petroleum uppá 350 tunnur um dagin.

Góðskan á jarðgoymsluni er mett at verða góð. Kanningar, sum felagið hevur gjørt, benda á, at mettað oljutilfeingið kann fara at hækka, og at framleiðslan frá kelduni kann halda fram eftir 2022.

Felagið fegnast um at víðka um framleiðsluna við keypinum av East Foinaven. Við at gera nýtslu av framfluttum skattahalli í Bretlandi, hevur felagið við East Foinaven keypinum tryggjað sær skattliga effektiva framleiðslu, sum kann fíggja áhaldandi leitivirksemi hjá felagnum.