Føroysk feløg á børsinum í fabrikkini hjá Østrøm

Jan Müller
.(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)

Hoyr grein

Printa

Viðmerkingar 0

oljan.fo » Innanlands Olja
Hósdagur 10. mai 2012 - 16:12

Í kvøld klokkan kl. 19 verður almennur íleggjarafundur í fabrikkini hjá Østrøm í Havn. Tá fara stjórarnir í føroysku feløgunum, sum eru skrásett á virðisbrævamarknaðum at greiða frá úrslitum og tosa um framtíðar útlitini.

Tær fimm listaðu fyritøkurnar eru Atlantic Airways, Atlantic Petroleum, Faroe Petroleum, Bakkafrost og BankNordik.

Magni Arge, Ben Arabo, Nils Sørensen, Regin Jakobsen og Janus Petersen fara at greiða nærri frá úrslitinum hjá teirra felag og eisini svara spurningum um úrslitið. Stigtakarin, sum er Virðisbrævamarknaður Føroya, sigur, at eisin ber til at fregnast um framtíðarútlitini hjá fyritøkunum.

Skráin er henda:
Klokkan 19:00 VMF bjóðar vælkomin Klokkan 19:15 Bakkafrost leggur fram. Regin Jacobsen, stjóri. Klokkan 19:45 Atlantic Petroleum leggur fram. Ben Arabo, stjóri. Klokkan 20:10 Kaffisteðgur. Klokkan 20:25 Faroe Petroleum leggur fram. Nils Sørensen, stjóri. Klokkan 20:55 Atlantic Airways leggur fram. Magni Arge, stjóri. Klokkan 21:20 Kaffisteðgur. Klokkan 21:40 BankNordik leggur fram. Janus Petersen, stjóri

Fundurin er almennur og ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.