Greenpeace: Statoil eigur at gevast í Arktis

Jan Müller
.(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)

Hoyr grein

Printa

Viðmerkingar 0

oljan.fo » Arktis Olja Umhvørvi
Hósdagur 7. mars 2013 - 11:34


Oljufelagið Shell hevur gjørt av ikki at bora í Arktis í ár. Hetta er nakað, sum leiðslan í Statoil eisini eigur at taka til eftirtektar heldur leiðarin fyri Greenpeace í Norra, Truls Gulowsen sambært aftenbladet.no.


“Tað kom eitt sindur óvart á okkum, at Shell tók seg aftur úr Arktis so skjótt. Hetta eru sera góð tíðindi og eisini nattúrlig. Men at felagið kortini ætlar sær í gongd aftur næsta ár er ikki gott sigur Gulowsen við blaðið.

Herfyri frættist, at leiðslan í Shell hevur gjørt av ikki at bora út fyri Alaska í ár, sum annars varð ætlanin. Nú hevur felagið gjørt av at taka ein steðg, sum tað kallar tað. Felagið vil brúka tíðina til at bøta um øll tey viðurskifti, sum ikki vóru nóg góð, tá felagið í fjør fór undir aftur boring í økinum.

“Avgerð okkara at taka ein steðg í 2013 fer at geva okkum meira tíð at tryggja, at øll trygdarviðurskifti eru í lagi, tá vit fara at bora aftur sigur Marvin Odum, stjóri hjá Shell í USA við Reuters. Shell, sum fór til Alaska í fjør við tveimum pallum, ætlaði at bora tveir brunnar, men endaði hetta við, at felagið fekk stórar tøkniligar trupulleikar. Eisini kom ísurin tíðliga, og tí varð gjørt av at steðga og venda aftur seinni.

Stjórin hjá Greenpeace í Norra sigur, at við hesi avgerð viðgongur Shell, at felagið er ikki klárt til at fara undir at bora í Arktis, nakað felagið helt tað var.
Hann heldur eisini, at oljufeløgini skulu lurta eftir teimum úttalilsum, sum altjóða samfelagið er komið við, og har tað leggur upp til nógv størri varsemi og mælir frá. Shell hevur síðani tað fekk fleiri loyvi í Alaska í 2005 brúkt 25 milliardir krónur at leggja til rættis boringarnar í Arktis.

Statoil og Arktis
Eisini norska oljufelagið Statoil hevur stórar ætlanir í Arktis. Felagið keypti seg inn í 16 loyvi í Alaska í 2008. Ì fleiri av loyvunum í samsstarvi við italska ENI.
Ætlanin hjá Statoil var at fara undir at bora í 2014 men felagið gjørdi í fjør av at bíða til 2015. Orsøkin var tann, at man fyrst vildi síggja úrslitið av boringunum hjá Shell.
Statoil er eisini partnari í loyvi hjá ConocoPhillips í Arktis, har ætlanin er at bora í 2014. Somuleiðis er Statoil við í einum loyvi hjá Chevron í Beauforthavinum út fyri kanadisku strondini.

Gulowsen frá Greenpeace heldur, at nú Statoil hevur bíðað eftir, hvussu gongur hjá Shell, og Shell nú hevur steðgað boringum í ár, so eigur hetta eisini at fáa avleiðingar fyri ætlanirnar hjá Statoil í Arktis, her eisini í Grønlandi og Barentshavinum. Hann sigur, at tað er uppá tíðina, at oljuídnaðurin tekur ávaringarnar í álvara og viðgongur, at tøknin als ikki er búgvin enn at fara undir so stórar verkætlanir í tí viðkvæma arktiska økinum.
Pressutalsmaðurin hjá Statoil, Bård Glad Pedersen sigur við norksa blaðið, at felagið fer at halda fram við sínum ætlanum stigvíst at nærkast leiting í arktiska økinum. Felagið hevur tó enn ikki tikið nakra avgerð um, nær tað fer at bora í Alaska. Fylgt verður við hvat eisini onnur feløg gera.

 

Næsta grein: Statoil útsetir Alaska