Iranski oljuútflutningurin nógv minkaður

Jan Müller
.(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)

Hoyr grein

Printa

Viðmerkingar 0

oljan.fo » Innanlands Olja
Sunnudagur 16. september 2012 - 10:08




Handilstiltøkini, sum eru sett í verk ímóti Iran, eru nú farin at virka av álvara og hava millum annað gjørt, at tann iranski oljuútflutningurin er minkaður nógv. Tað sigur amerikanska fíggjarmálaráðið.

Sagt verður, at útflutningurin av ráolju er komin niður á eina millión tunnur um dagin, og tað má sigast at vera ein stór minking, tí sambært teimum amerikonsku tølunum útflutti Iran 2,4 milliónir tunnur av ráolju um dagn í fjør.

-Minkingin kostar Iran á leið fimm milliardir dollarar um mánaðin, og tær vantandi inntøkurnar noyða stjórnina í Teheran at fremja sparingar, sigur amerikanski varafíggjarmálaráðharrin David Cohen.

Síðani á nýggjárinum hevur USA hótt við at útihýsa útlendskum fíggjarstovnum frá amerikanska marknaðinum, um teirra lond ikki gevast við at innflyta iranska olju. Millum londini, sum hava slakað fyri trýstinum úr Washington, eru India og Kina.

USA hevur sett tiltøk í verk ímóti Iran fyri at noyða landið at sleppa sínum ætlanum á kjarnorkuøkinum.