Íslendingar áhugaðir í føroysku oljuni

Jan Müller
.(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)

Hoyr grein

Printa

Viðmerkingar 0

oljan.fo » Olja Orka
Týsdagur 5. mars 2013 - 12:48

Íslendingar fylgja væl við oljutilgongdini í Føroyum og eru spentir at frætta, nær oljan verður funnin og hvat hon kann gera við føroyska samfelagið. Hetta er ein orsøkin til, at ein av oddajournalistunum á íslendsku sjónvarpsstøðini Støð 2 vitjar í Føroyum í hesum døgum fyri at gera samrøður og upptøkur við fólk, sum hava eitthvørt tilknýti til oljutilgongdina.

Kristján Már Unnarsson hevur ikki vitjað í Føroyum í 25 ár, og nú leiðin gongur henda vegin aftur, er hann ikki sørt ovfarin av, hvussu nógv er broytt og hent her. Og hann torir ikki at gita, hvussu her fer at síggja út um 25 ár, tá oljan møguliga hevur gjørt innrás og fingið fótafesti her.

Ikki heilt óvæntað er ein av fyrstu spurningunum, tá hann hittir stjóran fyri FOÍB, Føroya Oljuídnaðarbólk, um Føroyar gerast sjálvstøðug tjóð, tá oljan verður funnin. Og svarið er greitt: tað er ikki óhugsandi, tí kunnu komandi føroyskar oljukeldur fáa eins stóran týdning fyri Føroyar sum heitu keldurnar hava tað fyri Ísland, so er ikki torført at ímynda sær framtíðar støðu Føroya.

Kristján Már Unnarsson, sum vitjaði á FOÍB skrivstovuni mánamorgunin, hevði úr at gera, nú hann skal røkka at dekka føroyskan oljuídnað umframt at vera við til íslendsku-føroysku ráðstevnuna, sum er í Norðurlandahúsinum í dag.

Undir vitjanini fer hann at tosa við Johan Dahl, vinnu- oljumálaráðharra, Jørgen Niclassen, fíggjarmálaráðharra, Magna Arge, stjóri á Atlantic Airways, Eli Lassen, stjóra á Atlantic Supply Base í Runavík umframt onnur við tilknýti til oljumenningina.

Tað er eisini vert at bíta merki í, at tað er eitt føroyskt oljufelag, Faroe Petroleum, sum gongur á odda at finna íslendsku oljuna. Tað eru íslendingar eisini ernir og fegnir um og segði íslendski forsetin m.a. á eini samkomu í London herfyri, at tað besta, sum kundi henda, er, at føroysku brøðurnir standa á odda fyri oljuleitingini í Íslandi.

Myndir
Mristján Már Unnarsson, tíðindastjóri í íslendska sjónvarpsrásini Støð 2 her á vitjan hjá FOÍB, Førolya Oljuídnaðarbólki á Bryggjubakka í Havn.

Og her saman við myndamanninum uttan fyri íslendsku sendistovuna..
Myndatøka: oljan.fo/Jan Müller