Jan Müller
.(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Fleiri kend og roynd útlendsk oljufólk fara at halda fyrilestrar á stóru oljuráðstevnuni “Faroexpo” í Runavík 24. oktober – um tað mundið, tá Statoil er liðugt ella um at vera liðugt at bora á landgrunninum. Til ber at melda luttøku nú.
Góð timing
Tað kann ikki sigast annað enn at vera góð timing – ella í hvussu er lagnunnar speisemi - skuldi tað hent, at úrslitið frá Brugdan 2 boringini verður almannakunngjørt 24. oktober, sama dag, sum eysturoyingar seta “Føroyar í oljuvinnuni” undir sjóneykuna á stóru oljuráðstevnuni í Runavík.
Fyrireikararnir av Faroexpo tiltakinum vátta fyri oljan.fo, at teir avgjørt hava havt spennandi boringina á landgrunninum í huganum, tá avgjørt varð at halga ráðstevnupartin av stóra tiltakinum hesaferð til Føroyar og oljuna.
Eisini tær sannroyndir, at føroysk vinna hevur týðandi leiklut í hesi risastóru boriverkætlan, og at føroyska frálandavinnan hevur vind í seglunum gjørdu tað lættari at taka avgerðina. Í hvussu er kann sigast, at evnið er sera viðkomandi júst nú flestu føroyingar bíða eftir úrslitinum av tí 8. leitibrunninum, sum verður boraður í Føroyum. Statoil, sum er fyristøðufelag fyri boringini, hevur alla tíðina sagt, at tað fór at taka 4 til 5 mánaðir at bora. Tann 24. oktober eru lidnir fýra mánaðir og ein vika, síðani sett varð á undirgrundina.
Kend nøvn
Endaliga skráin fyri ráðstevnuna er nú løgd út á heimasíðuna faroexpo.fo, og har síggja vit, hvørjir persónar fara at halda fyrilestrar.
Vert er eisini at leggja til merkis, at evnini fyrilestarhaldararnir fara at røða um eru sera viðkomandi og aktuell. Alt frá hvat vit kunnu læra av royndunum hjá øðrum londum og til at vera møguligur partur av nýggju vinnuni, niðurtøka av oljupallum.
Áhugavert er at býta merki í, at ein teirra, Bjørn Vidar Lerøen er tann persónurin í Noregi, sum veit mest um norska oljuævintýrið. Hann hevur skrivað ikki færri enn 10 bøkur um norsku oljusøguna. Hann fer at røða um oljuna og samfelagsligu broytingarnar hon hevur við sær.
Leita vit víðari í ein sunnan, so kemur ein fyrilestrarhaldari úr Skotlandi og ein úr Írlandi.
Ein gamal kenningur frá 90-unum, tá ein rúgva av altjóða oljufeløgunum sendu umboð til Føroya fyri m.a. at kunna føroyingar um teirra virksemi, fer at vitja aftur á klettunum og halda fyrilestur um, hvat Føroyar kunnu læra av altjóða oljuvinnuni. Tað er Richard Vernon, sum í mong ár var partur av býarmyndini í eitt nú Havn, har hann royndi at greiða føroyingum frá stóra amerikanska oljufelagnum Philips Petroleum, sum jú eisini var tað fyrsta at gera eitt oljufund í Noregi. Nú meira enn 15 ár seinni verður hann aftur í Føroyum fyri at tosa um oljutilgongdina í grannalondunum, og hvat vit kunnu læra av henni.
Síðani fer skotin Alew West at tosa um eitt evni, ið er sera nógv frammi í oljuídnaðinum júst nú. Tað er “Decommissioning”, niðurtøka av oljupallum og útbúnaði, sum verður mett at skapa túsundtals arbeiðspláss komandi mongu árini. Spurningurin, sum uttan iva fer at verða reistur, er, um ikki eisini Føroyar kunnu vera partur av hesum útviklingi.
Seinasti fyrilestrarhaldarin er okkara egni, Jens Meinhard Rasmussen, stjóri á Supply Service, og harvið ein av undangongumonnunum í frálandadvinnuni. Hann fer at umrøða møguleikarnar hjá føroyingum í altjóða oljuvinnu.
Eftir fyrilestrarnar verður kjak.
Faroexpo ráðstevnan, ið er almenn, verður hildin mikudagin 24. oktober kl. 13.00 til 16.45 í Løkshøll í Runavík.
Heitið á ráðstevnuni í ár er Føroyar í oljuvinnuni.
Fyrireikararnir av Faroexpo hava lagt skránna til rættis í tøttum samstarvi við felagið FOÍB. Føroya Oljuídnaðarbólkur og stjóra tess, Jan Müller skriva fyrireikararnir á heimasíðu teirra.
Um evnini og fyrilestrarhaldararnar stendur á heimasíðuni hjá Faroexpo.
“Hvat kunnu Føroyar læra av royndum úr øðrum londum?”
Richard Vernon
SLR Consulting Ireland
Umframt at hava arbeitt í fleiri ár hjá Philips Petroleum, er Richard Vernon ein nógv umbiðin fyrilestrahaldari á altjóða orkuráðstevnum. Við síni hollu bakgrund innan oljuvinnuna, fer hann at greiða frá sínum arbeiði við at menna olju og gass ídnaðin í ymiskum londum. Hvat kunnu Føroyar læra av hesum royndum?
“Oljuvinna & samfelagsbroytingar”
Bjørn Vidar Lerøen
Norsk olje og gass
Við støði í norsku oljusøguni, fer Bjørn Vidar Lerøen, at greiða frá broytingum í samfelagnum í mun til oljuvinnuna. Bjørn hevur hópin av royndum og hevur m.a. sitið í leiðsluni hjá Statoil. Umframt at hava skrivað fleiri bøkur um menning av norsku oljuvinnuni, hevur hann eisini stóran kunnleika til Føroyar.
“Decommissioning
- niðurtøka av oljupallum”
Alex West
Decom North Sea
Alex West hevur í nógv ár arbeitt innan nýggju risa vinnuni Decommissioning, ið merkir niðurtøka av oljupallum og øðrum útbúnaði í oljuvinnuni. Alex hevur drúgvar royndir í at arbeiða fyri veitarar og arbeiðstakarar bæði í Norðsjónum og um allan heim. Mett verður at tað komandi 30 árini fara at liggja 3000 milliardir krónur í hesi vinnu. Kunnu Føroyar gerast partur av henni?
“Føroyingar í altjóða oljuvinnu?”
Jens Meinhard Rasmussen
Supply Service
Jens Meinhard Rasmussen, stjóri í offshorefyritøkuni Supply Service, kann sigast at vera ein av royndastu føroyingunum, sum virkar innan altjóða oljuvinnu. Jens Meinhard fer at tosa um hvussu altjóða oljuvinnan hevur ment seg gjøgnum árini. Eisini fer Jens Meinhard at meta um útlit innan altjóða oljuvinnu umframt tær avbjóðingar, sum føroyskar fyritøkur í oljuvinnuni mugu handfara.
Sjálv vinnustevnan Faroexpo verður hildin í viku 43, frá 22. – 24. oktober 2012.
Hetta er áttanda árið á rað, at Faroexpo verður fyriskipað. Seinasta ár luttóku 65 fyritøkur og stovnar.
Til ber nú at tekna seg at luttaka á oljuráðstevnuni við at fara á heimasíðuna faroexpo.fo.
Skrá |
ALMENNA FAROEXPO RÁÐSTEVNAN 2012
Í LØKSHØLL MIKUDAGIN 24. OKTOBER
Føroyar í oljuvinnuni
13.00 Vælkomin
Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu
13.15 Hvat kunnu Føroyar læra av royndum úr øðrum londum?
Richard Vernon, SLR Consulting Ireland
13.45 Oljuvinna & Samfelagsbroytingar
Bjørn Vidar Lerøen, Norsk olje og gass
14.15 Decommissioning - niðurtøka av oljupallum
Alex West, Decom North Sea
15.45 Steðgur
15.15
Føroyar í altjóða oljuvinnu
Jens Meinhard Rasmussen, Supply Service
15.45 Spurningar
16.00
Oljuvinnan ein sólskinssøga?
Kjakpanel
16.45
Ráðstevnan liðug
Skrá Faroexpo | Prenta |
Mánadagur 22. oktober
19.30 Get Together
Týsdagur 23. oktober
08.15 Morgunmatur í Partenariathøllini
09.00 Setan av Faroexpo 2012
09.30 Partenariat
12.00 Ábit
13.00 Partenariat
17.00 Liðugt
Mikudagur 24. oktober
08.15 Morgunmatur í Partenariathøllini
09.00 Partenariat
12.00 Ábit
13.00 Faroexpo Ráðstevna (alment tiltak)
17.00 Liðugt
18.00 Veitsluborðhald
Hósdagur 25. oktober
Fyrireikararnir viðmæla at fyritøkur, ið hava luttikið, nýta høvið at vitja aðrar fyritøkur, ið tær hava samstarvað við á Faroexpo.
Mentanarvikan í Runavík verður fyriskipað í sama tíðarskeiði sum Faroexpo, og kemur hetta at seta dám á Vinnustevnuna
Myndir
Boripallurin, Cosl Pioneer, sum løtuni borar landgrunninum.
Bjørn Vidar Lerøen
Alex West
Richard Vernon