Jan Müller
.(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Statoil fyrireikar seg í løtuni til at byggja eitt skip, ið skal virka sum ein flótandi oljugoymsla á Heidrun-leiðini í Noregshavinum. Prísurin er mettur til 1,3 milliard krónur.
Statoil hevur skrivað undir sáttmála við suðurkoreonsku skipasmiðjuna Samsung Heavy Industries um at byggja goymsluskipið, og í sáttmálanum er møguleiki fyri, at felagið kann byggja tvey skip afturat til sama endamál.
Statoil brúkar ein flótandi pall á Heidrun-leiðini, og oljan verður avskipað við eina atløguboyu. Ætlanin hjá felagnum er, at tað nýggja goymsluskipið skal liggja við eina boyu, og at smærri tangaskip skulu flyta oljuna víðari. Statoil væntar, at eitt livitíðin hjá einum slíkum goymsluskipi er 30 ár, og manning verður altíð umborð.
-Vit hava sett okkum sum mál, at framleiðslan á Heidrun skal halda fram til 2045 í hvusu er, og við tí nýggja goymsluháttinum fáa vit eina affektiva og haldgóða loysn á goymsluspurninginum, sigur Morten Loktu, økisstjóri hjá Statoil, við Dagens Nyheter.
Næsta grein: Olja nýtist ikki at merkja loysing