Statoil útsetir Alaska

Jan Müller
.(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)

Hoyr grein

Printa

Viðmerkingar 0

oljan.fo » Arktis Olja Umhvørvi
Hósdagur 7. mars 2013 - 22:13

Statoil hevur gjørt av at útseta sínar ætlanir í Alaska. Tað kunngjørdi stjórin fyri norðuramerikonsku deildini hjá Statoil, Bill Maloney, í samrøðu við Bloomberg-tíðindastovuna í dag.

-Vit steðga á í Alaska. Tað verður ikki aktuelt við olju haðani fyrr enn í 2020, og tí er olja haðani ikki við í okkara framleiðslumetingum, segði Bill Maloney við Bloomberg.

Statoil hevur fyrr kunngjørt, at mál felagsins er at framleiða 2,5 milliónir tunnur um dagin í 2020 ella eina hálva millión meiri enn í dag. Felagið hevur eisini sagt, at tað væntaði at fáa 500.000 tunnur frá framleiðsluni í Norðuramerika um dagin. Nú sigur Bill Maloney, at eingin olja fer at koma úr Alaska hesi árini.

Sum Shell

Avgerðin hjá Statoil at steðga á í Alaska er ein beinleiðis avleiðing av, at Shell hevur slept sínum ætlanum um at bora í Chukchi og Beaufort-Havinum úti fyri Alaska-strondini. Felagið tók avgerðina í síðstu viku eftir fleiri óhapp tað seinasta árið.

-Eg haldi, at tað kann vera skilagott at læra av hvør øðrum, sigur leitistjórin hjá Statoil, Tim Dodson, við Bloomberg.

-Tað er betri at lata tíðina arbeiða fyri teg heldur enn ímóti tær, legði hann afturat.

Fleiri loyvi

Í 2008 keypti Statoil seg inn í 16 leitiloyvir í Chukchi-havinum úti fyri Alaska. Í 14 av loyvunum arbeiðir felagið saman við italska Eni, og norska felagið er operatørur í øllum. Ætlanin hjá feløgunum var at seta borin í undirgrundina í 2014 við tveimum verkætlanum, sum hava fingið nøvnini Amundsen og Augustine.

Statoil eigur herumframt 40 prosent av einum loyvi, sum felagið hevur saman við Chevron í Beaufort-havinum úti fyri kanadisku strondini.