Stjala 60.000 tunnur av olju um dagin

Jan Müller
.(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)

Hoyr grein

Printa

Viðmerkingar 0

oljan.fo » Olja
Mikudagur 6. mars 2013 - 18:08



Oljufelagið Shell umhugsar at lata aftur eina rørleiðing í Nigeria, tí tjóvar stjala ein rættiliga stóran part av oljuni, sum fer ígjøgnum leiðingina. Tað skrivar Wall Street Journal.

Mutiu Sunmonu, sum stendur á odda fyri virkseminum hjá Shell í Nigeria, sigur við blaðið, at nigeriska oljuvinnan er við at koma í kreppu, tí so nógv olja verður stolin, og tí at stuldurin elvir til umfatandi dálking. Sambært stjóranum kostar hetta landinum og oljufeløgunum fleiri milliardir dollarar á hvørjum ári.

Rørleiðingin, sum Shell umhugsar at lata aftur, eitur Nembe Creek Pipeline. Hon er umleið 90 kilometrar til longdar og er sostatt bara ein lítil partur av teimum umleið 6.000 kilometrunum av rørleiðing, sum Shell hevur í Nigeria.

-Tær seinastu vikurnar er støðan versnað so nógv, at vit hava ongantíð sæð nakað slíkt fyrr. Meiri enn 60.000 tunnur verða stolnar um dagin, og hetta er tað mesta tey seinastu trý árini, sigur Mutiu Sunmonu við Wall Street Journal. Hann sigur, at tað kann væl henda, at Shell ger av at lata leiðingina aftur heldur enn at lata stuldurin halda fram til stóran skaða fyri umhvørvið.

-Tað er neyðugt við einum landsumfatandi átaki, ja, kanska einum altjóða tiltaki fyri at fáa skil á viðurskiftunum, sigur Shell-stjórin í Nigeria.