Teitur Poulsen á ovastu rók hjá Lundin

Jan Müller
.(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)

Hoyr grein

Printa

Viðmerkingar 0

oljan.fo » Innanlands Olja
Mikudagur 12. september 2012 - 09:38





Føroyingar røkja í dag fleiri týðandi størv í altjóða oljuverðini. Ein teirra er havnarmaðurin Teitur Poulsen, sum nú er at finna á ovastu rók í svenska oljufelagnum Lundin. Hann er settur at røkja eitt av leiðarastørvunum í hesum oljufelagnum, ið seinasta árið veruliga hevur havt vind í seglunum, nú tað hevur verið partur av eitt nú størta oljufundinum í heiminum seinastu árini. Teitur er settur sum “VP Corporate Planning & Investor Relations” frá 2. september í ár. Hann fær ábyrgdina av íløguvirkseminum og samtøkumenningini hjá felagnum.

Lundin er eitt av teimum smærri ella meðalstóru oljufeløgnum, sum veruliga hevur havt eydnuna við sær seinastu tíðina og sum er við í fleiri týðandi fundum eitt nú Johan Sverdrup kelduni, sum tað fann saman við Statoil, Det Norske og Maersk.

Teitur Poulsen kemur frá oljufelagnum Det Norske Oljeselskab, har hann var fíggjarstjóri í hálvt annað ár. Frammanundan arbeiddi hann eisini á búskapardeildini hjá Lundin í Geneve í hálvt fimta ár

Teitur hevur eisini eina fortíð hjá Faroe Petroleum og Dana Petroleum. Ovasti stjórin í Lundin, Ashley Heppenstall sigur í eini viðmerking, at Lundin fegnast um at hava fingið Teit Poulsen aftur til arbeiðis hjá felagnum.

Lundin er eitt sjálvstøðugt svenskt olju- og gassfelag, sum tekst við bæði leiting og framleiðslu. Felagið arbeiðir í Europa og Suðureysturasia.

Samlaðu oljugoymslurnar hjá Lundin eru uppá 222 milliónir tunnur.