Grønlendska oljuævintýrið av á hesum sinni


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

07.06.2017 - 21:05

Oljan >

Eftir at fleiri av heimsins størstu oljufeløgum í 2010 kappaðust um at fáa bestu loyvini til oljuleiting í Vesturgrønlandi hevur loksins seinasta av hesum feløgunum latið sítt leitiloyvi aftur til grønlendsku oljumyndugleikarnar. 

Skotska oljufelagið Cairn tók allan oljuheimin á bóli, tá felagið, sum hevði forvunnið stórar peningaupphæddir í India, brádliga setti kósina móti Europa ella rættari móti Grønlandi. Felagið var ikki í íva eftir tær fyrstu forkanningarnar. Olja var í grønlendsku undirgrundini, og Cairn vildi vera fyrsta oljufelagið at finna hana. Tí satsaði felagið umleið 7 mia. kr. til eina risastóra boriverkætlan, har tað eftir stuttari tíð skuldu borast átta leitibrunnar. Og eingin slapp at standa í vegin fyri hesi ætlan. Sjálvt ikki Greenpeace, sum valdi at brúka nógva orku uppá at steðga boringunum hjá Cairn. Endin gjørdist kortini tann, at Cairn fann onga olju og gjørdi felagið fyrst av at avmarka sítt virksemi í Grønlandi fyri so nú at taka seg heilt úr Grønlandi. Og verður hetta mett av fleiri at vera endin á grønlendska oljuævintýrinum – í hvussu er tí í Vesturgrønlandi. Framvegis hava fleiri oljufeløg loyvi í Eysturgrønlandi, men oljuboringar har liggja langt úti í framtíðini.

Higartil hava oljufeløg sum Shell, Maersk Oil, ConocoPhillips, Statoil, Dong og franska GDF Suez gjørt av at lata síni loyvi innaftur. Fyriuttan vánaligu boriúrslitini er ein orsøkin til hetta eisini  oljuprísurin, sum í 2010 var omanfyri 100 dollarar men sum í dag er tvífalt so lágur. Tað er hálvtannað ár síðani, at Cairn gjørdi greitt, at tað fór at taka seg úr Grønlandi. Kortini hava myndugleikarnir gjørt alt teir hava kunnað fyri at sannføra felagið um at vera verandi. Men hetta eydnaðist ikki sigur stjórin í Ráevnisumsitingini, Jørgen Holm við Sermitsiaq. Í løtuni fyrireikar umsitingin eina nýggja útbjóðing av júst somu økjum, sum oljufeløgini hava latið innaftur. Deadline fyri at søkja er 15. desember. Nógv verður gjørt fyri at ”lokka” feløgini at koma aftur til Grønlands. Eitt nú fáa feløgini alla vitanina, sum er fingin til vega av feløgunum, ið søktu í 2010. Aðrar fyrimunir fáa tey tó ikki.