Grønt ljós fyri nýggjari oljuútbygging á Atlantsmótinum


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

14.09.2017 - 17:12

Oljan >

Síðani fyrst í 1970-unum hevur verið leitað eftir olju og gassi vestan fyri Hetland, eisini nevnt WoS, west of Shetland. Meira enn 150 brunnar eru boraðir og er úrslitið higartil, at einar fimm oljuleiðir framleiða stórar nøgdir av olju. Nú verður so skjótt sett hol á enn eina nýggja framleiðslu í økinum, sum liggur millum Hetland og føroyska markið. Tað snýr seg um Lancaster oljuleiðina har suðuri í Hetlandsrennuni.

Herfyri frættist, at oljufelagið Hurricane Energy hevði rakt við stórar nýggjar oljugoymslur í undirgrundini vestan fyri Hetland á sokallaða Lancaster oljuleiðini, ið liggur sunnan fyri stóru oljukeldurnar Foinaven og Schiehallion. Talan var um nøgdir millum hálva og heila milliard tunnur í einum higartil nýggjum oljuøki á Atlantsmótinum.

Ì morgun kunnger felagið so, at tað hevur tikið avgerð um at útbyggja oljuleiðina, tað, sum á oljumáli verður nevnt FID (final investment decision). Talan er um serstaka jarðfrøði nevnd ”fractures basement”, har oljan er likin niður í sjálvt grundfjallið. Hetta slagið av framleiðslu er ikki roynt vestan fyri Hetland higartil. Ætlanin er at brúka eina serstaka framleiðsluskipan nevnd, EPS (early production system) og kemur fyrsta oljan upp í fyrru helvt av 2019. Felagið hevur gjørt avtalu við Bluewater Energy Services um at brúka framleiðsluskipið, FPSO, Aoka Mizu. Avala er eisini gjørd við Transocean um leigu av boripallinum Paula B. Loyd Jr. at bora framleiðslubunnar á Lancaster. Hesin fyrsti parturin av útbyggingini er mettur at kosta 5 mia. kr. Framleiðslan verður 17.000 tunnur um dagin at byrja við.

Mett verður at Lancaster keldan goymir 523 mill. tunnur. Harricane eigur so eisini fleiri onnur oljumið nærhendis, eitt nú Whirlwind, sum er mett at goyma góðar 200 mill. tunnur. Aftrat hesum koma bæði Lincoln og Halifax leitimiðini, ið eisini verða mett at goyma stórar nøgdir av olju. Har er so eisini Warwich leitimiðið í grannalagnum. Mett verður at talan er um tvær sjálvstøðugar oljukeldur. Í útbyggingarætlanini stendur Lancaster ovast. Seinni er møguleiki fyri at byggja fleiri av hinum leitimiðjunum út eisini, so talan samlað verður um eitt spildurnýtt risastórt oljuøki á Atlantsmótinum, ikki so langt frá føroyska markinum. Frammanundan eru fleiri aðrar oljukeldur, sum framleiða á Atlantsmótinum, eitt nú Solan, Foinaven, Schiehallion, Loyal og Clair. Haraftat koma tríggjar keldur, sum framleiða gass, Laggan-Tormore, Edradour og Glenlivet.

Størsta keldan í økinum vestan fyri Hetland er framvegis Clair, sum goymir 10 mia. tunnur av olju. Keldan varð funnin í 1977 og byrjaði framleiðsla frá Clair fyrst ikki fyrr enn eftir aldarskiftið. Clair er so mikið stórt, at BP nú er farið undir at rigga til næstu og triðju framleiðsluna á feltinum og haraftrat verður eisini hugt at uppaftur fleiri nýggjum framleiðslum komandi árini.