Bretskir myndugleikar góðkenna nýggja oljuútbygging við markið


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

28.09.2017 - 10:28

Oljan >


Oljufelagið Hurricane Energy hevur fingið grønt ljós frá bretsku myndugleikunum at fara víðari við tess útbygging av nýggjasta oljufundinum vestan fyri Hetland, Lancaster oljukelduni. Talan er 1. stig í eini størri útbyggingarætlan, nevnd ”Early production system”. Henda ber í sær, at tveir framleiðslubrunnar skulu bindast í oljuskipið Aoka Mizu, sum nú verður umvælt til at taka ímóti fyrstu oljuni frá Lancaster kelduni tíðliga í 2019. Kostnaðurin fyri henda fyrsta partin av útbyggingini er mettur til millum 3 og 4 mia. kr.

Talan er um eina heilt nýggja oljuleið á Atlantsmótinum, í økinum har suðuri miðskeiðis millum Hetland og føroyska markið. Framleiðslan verður 17000 tunnur um dagin at byrja við. Ætlanin er so seinni at økja framleiðsluna munandi. Mett verður at 500 mill. tunnur kunnu takast upp úr kelduni, sum er mett at goyma upp til 2,5 mia. tunnur tilsamans. Tá eru eisini grannakeldur tiknar við. Arbeiðið at leggja til rættis og fáa útbúnað til vega til útbyggingina er longu farið í gongd og kemur hetta sera væl við hjá svanga bretska oljuídnaðinum.

Tað áhugaverda og sermerkta við hesi útbyggingini er, at hon er tann fyrsta av sínum slag vestan fyri Hetland og sum heild í Europa. Oljan finst ikki í vanligum goymslum í oljuberandi løgum í undirgrundini men í rivum í grundfjallinum og er talan um eina heilt nýggja oljuframleiðslu, sum seinni fer at verða víðkað til grannaøkini, har uppaftur fleiri keldur av sama slag finnast, eitt nú Lincoln og Halifax. Allar hesar keldurnar eru mettar at goyma fleiri milliardir tunnur av olju.

Oljuskipið, sum verður nýtt til hesa framleiðsluna, er ein gamal kenningur hjá føroyska oljufelagnum Atlantic Petroleum. Tað stóð fyri framleiðsluni á oljukeldunum Blackbird og Ettrick, ið høvdu stóran týdning fyri føroyska oljufelagið. Nú verður tað so umvælt og nútímansgjørt í Dubai til at fara undir framleiðslu á Lancaster.

Transocean-boripallurin Paul B. Loyd Jr. er leigaður til at bora neyðugu brunnarnar á loyvinum og verður byrjað í øðrum ársfjórðingi í 2018.

Verkætlanin við tí sokallaðu ” fractured basement oil reservoirs” hevur fingið oljuheimin at venda eyguni móti økinum vestan fyri Hetland. Tað er sera sjáldsamt at finna og enn meira sjáldsamt at fara undir framleiðslu av hesum slagnum av olju, ið finst í rivum í grundfjallinum. Í hesum førinum hevur tað tó eydnast Hurricane at sannføra íleggjarar um, at hetta er ein gongd leið at fara. Partur av verkætlanini er at finna búskaparligar loysnir fyri at fáa oljuna á marknaðin. Av tí at hetta er nakað nýtt og ivi tí eisini er partur av hesum, er avgjørt at byrja í smáum við eini avmarkaðari framleiðslu men seinni at økja um framleiðsluna við at binda fleiri oljukeldur í grannalagnum í somu framleiðslueind á Lancaster leiðini. Hurricane er víst í, at tað fer at bera til at fáa alla verkætlanina til høldar tvs. at skipa ein ”hub” á Lancaster. Trupulleikin í løtuni er manglandi infrastruktururin.

Eins og nógvar aðrar oljuleiðir vestan fyri Hetland, so byggja tær á fund, sum eru gjørd í 70-unum. Lancaster varð longu funnið av Shell í 1974, og Hurricane Energy, sum nú stendur fyri loyvinum og útbyggingini, varð stovnað í 2004 og fekk sítt fyrsta loyvi í 2005, nevniliga Lancaster leiðina umframt tvey onnur loyvi, Typhoon og Tempest. Tað boraði tríggjar brunnar á Lancaster leiðini frá 2009 til 2014 og vóru hesir avgerandi fyri, at tað nú verður farið undir eina útbygging.