Hægri oljuprísur kann økja um virksemið


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

04.01.2018 - 22:07

Oljan >

Oljuprísurin heldur fram at hækka og var í morgun 68,13 dollarar fyri tunnuna. Ein høvuðsorsøkin til hækkingina er tann, at amerikonsku oljugoymslurnar minkaðu við 4,99 mió. tunnum í farnu viku skrivar Bloomberg News, sum vísir til American Petroleum Institute. At oljuprísurin er tann hægsti síðani 2014 kann fáa jaligar avleiðingar fyri oljuvirksemið sum heild. Hetta sæst m.a. aftur í norsku veitingarvinnuni.

Prísirnir eru sambært eygleiðarum náddir einum so mikið høgum støði, at hetta fer at fáa oljufeløgini at økja um framleiðsluna og at bora eftir nýggjari olju. Hetta kann so aftur fáa prísirnar at lækka. Ongantíð síðani seinna heimsbardaga er so lítið av nýggjari olju funnin kring heimin. Tað kann so skjótt aftur skapa órógv á oljumarknaðinum við uppaftur hægri prísum. Men um somu tíð eru eisini útlit til, at amerikanska framleiðslan av skiferolju kann fara at vaksa aftur og harvið toga prísirnar niður aftur. Talið av boripallum í USA, sum hevur verið lækkandi, er nú farið at vaksa aftur.