Hægsti oljuprísur í meira enn hálvt ár


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

24.09.2017 - 12:40

Oljan >


Fríggjakvøldið varð oljuprísurin tann hægsti hann hevur verið síðani 1. mars ella í meira enn eitt hálvt ár. Tá rakk hann nærum 57 dollarum fyri tunnuna,  56,88 dollarum. 1. mars var seinast, tá prísurin varð hægri, nevniliga 57,02 dollarar fyri tunnuna.

Ein av orsøkunum til hækkingina er, at talið av oljupallum í USA er minkað. Eisini nýggjastu sanktiónirnar frá USA móti Norðurkorea ávirka oljuprísin. Annars hevur verið bíðað eftir úrslitinum av fundi í OPEC fríggjadagin. Mett hevur verið at Opec-londini fóru at tosa um longja fastfrysting av oljuframleiðsluni, men enn er einki komið út um fundin, tó at fleiri miðlar vilja vera við, at Opec-londini ikki tóku nakra avgerð um at longja fastfrystingina eftir 1. mars næsta ár, sum talan annars hevur verið um. Londini í Opec standa fyri umleið helvtini av heimsframleiðsluni av olju. Stóri Opec fundurin verður í november, og tá fara londini saman við Russlandi at taka støðu til, um upprunaliga avgerðin at minka um framleiðsluna við 1,8 mill. tunnum um dagin skal longjast enn einaferð. 

Síðani 1. juli er oljuprísurin vaksin við góðum 15%, úr 48,97 dollarum til knappar 57 dollarar. Vit eru ávegis móti endanum av tí triðja ársfjórðinginum í ár og fer prísurin at vaksa bara eitt sindur aftrat, so fer tað at geva hægsta oljuprísin í einum triðja ársfjórðingi síðani 2004. 


Kelda Bloomberg og E24