22 ára gamla Kim Leith úr Skottlandi er ein av teimum sum arbeiðir hjá Aker Solutions, ið nú kann fáa amerikanska Halliburton sum arbeiðsgevara. Mynd: Aker Solutions

Halliburton skal hava áhuga í at keypa Aker Solutions


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jógvan Hugo Gardar

14.03.2017 - 07:42

Oljan >

Líka síðani oljukreppan rakti ídnaðin í 2014 hava tær stóru veitingarfyritøkurnar stríðst við at fóta sær í eini nýggjari tíð. Hetta hevur ført til at nógv fólk eru søgd upp, og at fyritøkur hava lagt saman.

Í morgun ganga søgur um at norska Aker Solutions er við at verða selt til amerikanska Risan Halliburton.

Aker Solutions er ein partur av Aker-samtakinum hja Kjell Inge Røkke. Aker Solutions er eitt navn sum kemur uppá tal hvørja einastu ferð okkurt hendir innan veitingarídnaðin. Longu í 2015 var talan um at General Electrics vildi keypa Aker Solutons. Í vetur hava søgur fleiri ferðir gingið um at Aker Solutions var við at verða keypt upp. Hetta fekk aðalstjóran í Aker, Øyvind Eriksen, at avsanna at nøkur søla var á veg, men undirstrikaði at ein søla kundi koma uppá tal seinni, um umstøðurnar vóru til tað.

Um nýggjarsleitið vildi tíðindatænasan Bloomberg vera við at Goldman Sachs var sett á uppgávuna at selja Aker Solutions.

Í morgun skrivar norska Finansavisen at nu er tað Halliburton sum umhugsar at keypa Aker Solutions.

Tað eru fleiri tekin sum kunnu benda á at Kjell Inge Røkke umhugsar at selja nu. Aker Solutions er eitt av feløgunum sum bleiv hart rakt av at oljuprísurin lækkaði heilt uppí 80 dollarar. Hetta farna árið hevur tú eydnast at økja virði á Aker Solutions partabrævinum úr 22 norskum krónum og upp í 48 krónur. Sastundis er oljuprísurin hækkaður úr knøppum 30 dollarum til nakað omanfyri 50 dollarar.