Olju- og gassvinnan fekk vent dapru gongdini í Hammerfest. Mynd: Jógvan H. Gardar

Hammerfest: Oljuvinnan fekk bjartskygni aftur til býin


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jógvan Hugo Gardar

04.06.2017 - 15:32

Oljan >

Snøhvit og Goliat-økini fingu vent dapru gongdini í gamla fiskivinnubýnum Hammerfest í Norður-Noregi. Nú skal Johan Castberg-økið syrgja fyri at framburðurin heldur á.

Fiskivinnusamfeløgini í Norður-Noregi hava í nógv ár havt sera truplar liviumstøður. Hóast tey liggja beint við fiskaríkidømi i Barentshavinum, so byrjaðu trolararnir fyri 30-40 árum síðani at sila framvið flakavirkjunum í Norður-Noregi, og seldu í staðin fiskin tuil keyparar antin í Europa, ella í Kina. Fiskurin sum endaði í Kina kom gjarna aftur, fyri ein part, sum fiskapinnar til handlarnar í Norður-Noregi.

Arbeiðsplássini horvu, og tey ungu fingu greið boð frá foreldrunum, um ikki at velja sær eitt lív sum fiskimaður. Og tey flestu flutu suður til Tromsø. ella helst Oslo, og fingu sær útbúgvingar sum fiskivinnusamfeløgini ikki høvdu brúk fyri. Tey flestu vendu ongantíð heimaftur.

Ein av hesum fiskivinnuplássunum var Hammerfest, ein býur sum føroyskir fiskimenn javnan vitjaðu fyri at bunkra ella kanska at skifta partar av manningini.

Men tá vit koma inn í 1990-ini, so steðgaði alt upp í Hammerfest. Flakavirkini stongdu, og fólk mistu arbeiði.

Vend kom í í 2001. Tá tók Statoil avgerð um at byggja út Snøhvit-økið, ið liggur 140 kilometrar í ein útnyrðing úr Hammerfest. Gassið frá Snøhvi skuldi sendast inn til Melkøya, beint við Hamerfest.

Hetta merkt at í staðin fyri fiskimenn, so fyltist býurin við hondverkarum og oljuarbeiðararum. Og døpru útlitini eru vend til bjartskygni. At fiskimálaráðharrin, Per Sandberg í vikuni noyddist at taka aftur uppskotið um at loyva trolarum at landa har teir Vilja, hevur ikki longur so nógv at siga fyri Hammerfest. Her er oljuveitsla, og hon heldur á í nøkur ár afturat.

Søgan um gongdina í Hammerfest kann lesast í hesi áhugaverdu greinini á Offshore.no