Havila Mercury í havnini í Bergen um vikuskiftið. Mynd: Jogvan H. Gardar

Havila Shipping bjargað í seinastu løtu


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jógvan Hugo Gardar

28.11.2016 - 16:10

Oljan >

Havila Shipping er bjargað, og sleppur undan at fara á húsagang. Tað eru boðini frá reiðarínum seinnapartin. Evsta freist varð sett til klokkan tvey seinnapartin. Um ikki minst tveir triðingar av eigarunum søgdu ja til bjargingarætlanina, so fór felagið í skiftirættin.

Havila Shipping upplýsir, at nú stuðla meir enn tveir triðingar av eigarunum ætlanina, ið annars varð kolldømd fyri viku síðani av somu minnilutaeigarum.

Nú skal leiðslan í Havila Shipping tosa nærri við minnilutaeigararnar

- Hetta eru eisni boð sum bæði sjófólk og tey á landi hava bíða eftir leingi, sigur Arne Johan Dale, fíggjarstjóri, sambært E24.

- Umboðsmaðurin fyri minnilutaeigararnar, Tom Henning Slethei, sigur til E24, at høvuðsendamálið var at bjarga Havila Shipping. Hann leggur afturat at vanliga Vilja tey ikki lata seg trýsta til at góðtaa eina ætlan.

- Men tá ein hevur byrsumúlan móti pannuni, so er ein noyddur at taka eina slíka avgerð, sigur Slethei.

Havila Shipping skal nú hava fund um avtaluna, og staðfesta hana, áðrenn ein kann siga endaliga at felagið er bjargað.